Tíðindaskriv:
Á fundinum fara luttakararnir at deila síni royndir og sjónarmið um, hvussu føroyingar í Danmark uppliva kommunala fyrisiting, sosialar tænastur og møguleikar innan útbúgving og trivnað. Serligur dentur verður lagdur á bústaðarviðurskifti, atgongd til ráðgeving og sosialar tænastur, og á møguleikar fyri móðurmálsundirvísing til børn við føroyskum bakgrunni. Eisini verður tosað um, hvussu danskar kommunur kunnu stuðla føroyskari felagsskaparfatan, og hvussu samstarv kann styrkjast millum føroysk feløg og kommunalu skipanina.
Á pallinum sita Jóhannes Miðskarð, sum er uppstillaður fyri Venstre til kommunuvalið í Keypmannahavn, og Anja Helen Holtze, sum stillar upp fyri sosialdemokratarnar í Ballerup. Eisini luttaka umboð fyri Meginfelag Føroyska Studenta (MFS) og Føroysku Ráðgevingina, ið báðar hava drúgvar royndir við arbeiði fyri føroyingar í Danmark.
Tiltakið gevur høvi at hoyra ymisk sjónarmið, seta spurningar og luttaka í kjaki um, hvussu føroyingar kunnu fáa sterkari rødd í kommunupolitikkinum, og hvussu danskir myndugleikar kunnu fáa betri innlit í føroysk viðurskifti.
Dyrnar lata upp klokkan 19:00, og fundurin byrjar klokkan 19:30. Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði føroyingar og onnur, sum hava áhuga í felagsskapi, trivnaði og politiskum viðurskiftum millum Føroyar og Danmark.
Tiltakið verður hildið í Føroyahúsinum , Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn, og tað er ókeypis at luttaka.
##med2##











