Fara at lata upp kaffistovu í Kirkjubø

Í næstum letur kaffistova upp í Kirkjubø. Tað eru hjúnini Sólvá og Páll Paturson, sum skulu reka kaffistovuna. Nú bíða tey bert eftir teimum seinastu loyvunum frá løgregluni

Tað hava altíð verið nógv ferðafólk í Kirkjubø. Men umstøðurnar hjá ferðafólki hava ikki verið av teimum allarbestu.

Ein kiosk hevur verið í bygdini, har møguligt var at fáa sær eitt bikar av kaffi, men tað mátti njótast uttanfyri.

Nú hava hjúnini Sólvá og Páll Paturson í eina tíð arbeitt við ætlanum um at lata upp eina lítla kaffistovu í bygdini.

Tey hava flutt ta gomlu kaffistovuna, sum stóð á Gomlurætt, til Kirkjubøar og tá tey seinastu loyvini eru komin upp á pláss.

Páll Paturson sigur at tey nú bert bíða eftir loyvinum frá løgregluni. Øll hini loyvini eru komin uppá pláss.

Er tørvur á eini kaffistovu í Kirkjubø?

? Ja, tað er tað. Í summartíðini í hvussu er. Her vitja nógv ferðafólk og fleiri teirra vilja fegin hava høvið til at seta seg niður við einum kaffikoppi og onkrum aftur við.

Hvat er ætlanin at selja?

? Vit fara bert at selja vanligar kioskvørur og kaffi. Har verður einki við nøkrum sterkari enn kaffi.

Er ætlanin at hava opið alt árið?

? Nei, sum tað sær út í løtuni, so er ikki grundarlag fyri tí. Vit fara í fyrsta umfari at satsa upp á ferðafólkatíðina og tað merkir at tað verður opið einar tveir til tríggjar mánaðir um árið, sigur Páll.

Opið verður hvønn dag frá klokkan tíggju á morgni til klokkan seks á kvøldi.

? Longri verður ikki opið, tí vit skulu sjálvi standa í kaffistovuni og vit hava so nógvar aðrar uppgávur eisini, so tað verða ikki stundir til tess.

Tó verður annað at fáa í kioskini enn vanligar kioskvørur.

Væl av tilfari er til taks um Kirkjubø - eitt nú postkort og bøkur og ætlanin er at selja hetta í kioskini.

Eisini skal kioskin selja atgongumerkir til Roykstovuna.

Sum sagt er ikki heilt vist nær kaffistovan letur upp, men Páll væntar, at tað verður innanfyri tær næstu tvær til tríggjar vikurnar.