Deild fyri senil dement letur upp í dag

Í dag hava 12 senil dementir sjúklingar fingið innivist á deild fyri seg, sum hoyrir undir psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Hetta er viðgerðardeild, og ætlanin er at sjúklingarnir skulu útskrivast eftir lidna viðgerð

Tað er ikki løtuverk at veita senil dementum sjúklingum viðgerð, men royndirnar vísa, at væl kann bøtast um brekið, um sjúklingarnir fáa røttu viðgerð og røkt.

Tað sigur Vilgerð Astridardóttir, yvirsjúkrasystir á psykiatrisku deild, sum hevur staðið fyri stovnanini av deildini, har Marjun Restorff er leiðari. Í sambandi við stovnanina eru 13 størv á deildini.


Góðar umstøður

Deildin fyri eldri senil dement heldur til í Eiragarði 12. Tað er i reyða bygninginum á landssjúkrahúsøkinum, har Andveikraverndin áður hevði til húsa.

Umstøðurnar eru góðar og rúmligar. Hvør sjúklingur fær sítt egna kamar, og kann eisini hava eitthvørt búnýti við sær heimanífrá Senil dement hava brúk fyri at hava so heimligt umhvørvi sum tilber. Tey verða ørkymlað og ótrygg, um alt kring tey er ókent, tá tey verða innløgd.


Sjúkan kann

ikki lekjast

? Vit kunnu ikki lekja sjúkuna demens, men vit kunnu viðgerða sjúkuna, eins og møgulig sjúkueyðkenni, um sjúklingurin er vorðin dementur av onkrari sjúku, sigur Vilgerð Astridardóttir.

Sjúklingarnir verða innlagdir til røkt og kanningar. Síðan verður diagnosan ásett og viðgerðin fer fram.

Tað er ymiskt hvussu leingi sjúklingarnir eru innlagdir. Vilgerð Astridardóttir sigur, at royndir vísa, at tað tekur frá einum til nógvar mánaðir. Deildin leggur dent á at sjúklingarnir ikki verða doyndir við heilivági. Hetta er ein etiskur spurningur, sum tey seta sær fyri at halda.


Nýggja deildin fyri senil dement á psykiatrisku deild, hevur til húsa í bygninginum høgrumegin á myndini


Torført at útskriva sjúklingarnir

? Kunnu sjúklingarnir gerast so byrgir aftur, at teir kunnu fara heimaftur?

? Við røkt og viðgerð kunnu vit bøta um sjúkuna soleiðis, at fólk kunnu fara heimaftur, men umstøðurnar í samfelagnum gera tað torført hjá okkum at útskriva fólk til egnan bústað ella heim til tey avvarðandi. ? Eitt nú er eingin døgnvaktarskipan, og alt ov fá røktarpláss, eins og tey avvarðandi ikki í longdini halda til at hava senil dement heima, sigur Vilgerð Astridardáttir.

Í dag er móttøka á nýggju deildini, har Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, formliga letur deildina upp.