Rúsan í Klaksvík byggir út

Í løtuni verður deildin hjá Rúsdrekkasølu Landsins í Klaksvík bygd út og um. Ætlanin er, at gera deildina um til eina sjálvtøkudeild.

Víðkast skal um goymsluna og handilin skal gerast um til sjávtøkuhandil. Hetta eru ætlanirnar hjá deildini hjá Rúsdrekkasølu Landsins í Klaksvík. Arbeiðið er longu farið í gongd, og væntandi verður liðugt einferð seint í apríl mánaða.


Skjótari avgreidsla

Trúgvi Hoydal Poulsen, leiðari í Rúsuni í Klaksvík, sigur, at umbyggingingin til sjálvtøkuhandil fer at lætta nógv um avgreidsluna. Hann sigur, at sum nú er, eru fólk noydd at standa í røð og bíða, meðan ein fremri í røðini stendur og ivast í, hvat slag av víni hann skal keypa. ­ Hesum fara vit at sleppa undan, nú sjálvtøkan kemur, tí tá kunnu fólk sjálvi ganga runt og hyggja at úrvalinum, sigur Trúgvi Hoydal Poulsen. Hann leggur afturat, at sjávt um deildin í Klaksvík nú verður sjálvtøka, fer tænastustøðið ikki at lækka. Starvsfólk fara at verða at heita á í handlinum, ið kunnu geva kundunum somu ráðgeving, sum teir higartil hava fingið.


Ikki ávirkan á starvsfólkatalið

Leiðarin á Rúsdrekkasøluni í Klaksvík sigur, at hóast ein sjálvtøkuhandil ger arbeiðið mundandi lættari, so er ikki æltlanin at minka um starvsfólkatalið. Hann sigur, at ein fær at síggja, hvussu umbygginngin kemur at broyta arbeiðslagið, og síðandi verður tað lagað sum best eftir hesum.

Vanliga arbeiða tvey fólk á deildini hjá Rúsdrekkasølu Landsins í Klaksvík, tó arbeiða trý fólk fríggjadag og fleiri upp undir høgtíðir, tá nógv verður keypt.


Víðka bert um goymsluna

Útbyggingin, sum í løtuni fer fram, er bert ein útbygging av goymsluni hjá Rúsdrekkasøluni. Ætlanin er ikki at byggja sjálvan handilin út, men tá handilin verður gjørdur um til sjálvtøkuhandil, væntar Trúgvi Hoydal Poulsen, at tað fer at verða ríkiligt av plássi.

Trúgvi Hoydal Poulsen sigur, at orsøkin til at víðkað verður um goymsluhølini er ikki, at talan er um plásstrot. Heldur verður hetta gjørt fyri at gera tað meira arbeiðsligt móti høgtíðunum, tá neyðugt er at hava nógv á goymslu.

Rúsdrekkasølan í Klaksvík er í sama bygningi sum handilin Baby- og Barnaútgerð, og er tað partur av hesum handlinum, ið verður tikin til at víðka um goymsluna hjá Rúsdrekkasøluni.