Bygdarhúsið í Kollafirði hevur í mong ár verið karmur um ein stóran part av sosiala og mentanarliga lívinum í bygdini. Húsið, sum Kollafjarðar Arbeiðarafelag eigur, stendur í Kálvakróki.
Nú heldur Bergur Robert Dam Jensen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, at kommunan eigur at keypa húsið.
Í miðstaðarætlanini fyri Kollafjørð verður eitt nýtt borgarahús nevnt, men býráðslimurin heldur, at ein betri loysn er at varðveita og menna verandi Bygdarhús.
– Tórshavnar kommuna eigur at sleppa ætlanini um eitt borgarahús og gera eina enn betri ætlan. Ein ætlan, sum inniber at yvirtaka Bygdarhúsið og gera tað til tað, sum bygdin hevur tørv á við slíkum húsi og hentleikum, sigur Bergur Robert Dam Jensen í einum uppslag á Facebook.
Hann vísir á, at miðstaðarøkið í Kollafirði longu er trongt, og at eitt nýtt borgarahús kann gerast ein kappingarneyti hjá verandi Bygdarhúsi.
Sambært býráðsliminum hevur nevndin í Kollafjarðar Arbeiðarafelag víst einum møguligum kommunalum keypi jaligan hugburð. Felagið hevur tó lagt dent á, at húsið framhaldandi skal varðveitast sum bygdarhús.
– So tað er at fara beint til samráðingarborðið. Soleiðis kunnu vit fáa eitt veruligt bygdarhús, har vit samstundis varðveita hesar søguligu karmarnar, sigur hann.
Bergur Robert Dam Jensen vísir eisini á, at átta milliónir krónur eru settar av til trivnaðarøkið í Kollafirði í 2026. Hann sigur seg hava umrøtt hugskotið við forkvinnuna í byggi- og býarskipanarnevndini, sum sambært honum eisini hevur verið jalig.
Býráðslimurin ætlar nú at gera málið ítøkiligt.
– Eg fari ein av næstu døgunum at skjóta upp, at hetta verður tikið til viðgerðar í ár, at samráðingar verða tiknar upp, og at málið verður avgreitt, sigur Bergur Robert Dam Jensen.
Bygdarhúsið hevur gjøgnum árini millum annað verið karmur um Florenstíðina, Stevnuteitir, valfundir, bingospøl, talv og bygdaveitslur.
– Tíðin er komin, at Tórshavnar kommuna keypir og yvirtekur Bygdarhúsið í Kollafirði. Kollafirði og bygdafólkinum at frama, sigur Bergur Robert Dam Jensen.











