odda í fíggjarmálum. Tvey mál við ymiskari prioritering Tvey mál komu í mentunarnevndina í mars og apríl. Annað var um Miðnámskúlan í Vági og hitt var um Tekniska Skúlan í Havn. Málið um skúlan í Vági [...] er tað fyri ein heildarætlan talan er um, tá ið tað bara manglar at byggja ein skúla aftrat, tað er hann í Havn? Sambært Óla Breckmann hevur mann nú sett eina nevnd at granska og kanna. Ein ávísir persónur [...] vanliga føroyinginum. Tjóðveldisflokkurin er í dag í ferð við at koyra landið á húsagang. Hvør minnist ikki fíggjarmálaráðharran hjá Tjóðveldisflokkin-um, sum seinast í 80-unum segði, at allir kassar vóru á tremur
var ein sorgfullur dagur, tá vit fingu boðini um, at tú ikki var her meira. So tað er við tungum hjarta eg skrivi hesi minningarorð um teg, kæra vinkona, men tað hevði verið betur, um tað var ein onnur [...] visti í mong ár, hvør Masa var, uttan at kenna hana. Eg lærdi hana at kenna, tá hon flutti inn á Mikkjalstrøð 6, har vit eisini búðu. Tá eg kom niður í kjallaran at vaska klæði, var tú eisini í gongd við [...] saman, og tað bleiv til 26 ára langan vinskap. Vit kundu hugna okkum saman í tímavís, tú var altíð so fryntlig og glað, so tað var ein stór gleði at kenna teg. Børnini hjá okkum, vart tú eisini ógvuliga góð
Í dag er stórur dagur á Argjum, tí í dag eru liðin 175 ár síðani, at Argjar vórðu bygdar. Tað var Andrass Mortansson, sum keypti Argjar tann 9. mai í 1828. Andrass Mortansson var føddur í Hvalba í 1794 [...] monnum í teimum londum, teir bygdu fyri vestan. Hesum greiðir Niels Juel Arge, sum var oldurabbasonur Andrass Mortansson frá í bók síni »Argjamenn, ein ættarsøga«. Hvat, ið hevur fyrifarist á Argjum í Víkingaøld [...] 1794. Hann giftist Elspu Dánjalsdóttir av Kjalnesi í Kollafirði. Argir er helst millum elstu bygdir í Føroyum. At garður hevur veirð á Argjum í víkingaøldini (800-1035) helt Sverri Dahl, fornfrøðingur vera
við hesum vakra húsi er tignarligt og vakurt. Ein norðurlendskur miðdepil í Føroyum. Síðani 1983 hevur húsið hýst tiltøkum av øllum slag. Og ein rundur dagur verður eisini hildin á einari tílíkari mentanarháborg [...] ? mentanina ? er hon ein perla úr glasi. Leggja vit stríðið millum fólksliga- og hámentan til síðis, so er einki at taka seg aftur í, at listarliga umhvørvið í Føroyum livir væl í Norðurlandahúsinum. Men [...] litið varð aftur í tíðini, hvat varð sagt tá, og hvør veruleiki var komin burturúr spádómunum. Eitt kjak, sum lesararnir kunnu lesa meira um í Sosialinum týsdagin. Og um kvøldið var ein rættilig galla konsert
Berit býr í Havn. Hon ferðast í Føroyum og Danmark og undirvísir í nýggjasta hármótanum. Nýtt verður telda, Power Point, har teori verður sýnd, men so verður klipt eisini. Teori og praksis hond í hond. S [...] sleppa eisini at royna seg í nýggja mótanum. Tað nýggjasta Týsdagin vitjaði Berit Kloster fríðkanarstovurnar í Suðuroynni. Tær savnaðust í fríðkanarhølunum hjá Elinborg Østerø í Vági. Tað nýggjasta innan [...] Nature style, Soft cut og Separate cut. Klipt verður inn í hárið, so lættari er at seta og forma. Talan er um skeið í ein dag, sum tó er langur dagur. Frá klokkan 8 á morgni, til umleið 19 á kvøldi. Uppmøtingin
vøkur og litrík í sól-skininum, og lokkaðu okkum niðan á Húsar, ella longur burtur, men so á vetrartíð, myrk og hóttandi niður yvir okkum í buldrandi ódn, eins og tey vildu taka okkum í sín náðileysa kalda [...] Mamma vit hava ómetaliga nógv at takka tær fyri og gleða okkum til ein hugnaligan føðingardagin í kvøld. Hendan heilsan er so bert ein lítil rósa frá mær. Hjartaliga tillukku. x x x x [...] rundan um meg og kysti meg. Eg kendi heita andadrátt tín og sovnaði so við tað sama. Men so kom ein dagur. Mamma góða, tú gjørdist sjúk - støðan var hættislig - meg minnist at doktarin kom og tú skuldi
Blikksmiðju. Elsa er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn. Í 1938 giftist hon Erlingi Høgnesen úr Fuglafirði. Tey komu at kennast, meðan Erling stóð í læru í Keypmannhavn. Eins eldhugað og fyrr Kendi handilsmaðurin [...] blikksmiðju upp í Klaksvík og eina ferð, hann var í ørindum í Keypmannahavn, bað hann Erling reka smiðjuna fyri seg. Soleiðis bar tað á, at hesi bæði ungu fólkini búsettu seg í Klaksvík. Í 1965 lótu Elsa [...] egna blikksmiðju í kjallaranum í heimi teirra í Kráargøtu. Tað er ikki ov nógv sagt, at Elsa var ?primus motor? á blikksmiðjuni øll 20 árini, hon og maðurin høvdu fyritøkuna. Elsa er ein serstakliga røsk
búgva í ævir; har búleikast Marianna í dag...!!! Vit kunnu bert liva í einum tryggleika, at Marianna hevði valt Lívið! Hon trúði á tann elskaða Babba í Himlinum, ið hon situr saman við í dag. Ein dag skulu [...] borin í heim tann 04. apríl í ár. Hon eitur eftir tær.... Hon hevur veruliga sett seg í okkar´ tómrúm eftir missin av tær. Men ein dag skulu vit øll verða saman aftur.... eg gleði meg. Tað verður ein stór [...] ungum árum, og onnur seinni í lívinum. Marianna; tú vart altíð ein glað og lítillátin genta. Tú hevði ikki tað størsta sjálvsáliti ið ein kann hugsa sær, men tú visti hvør tú vart í Honum, sum gav tær styrki
sendingina í fjør, og eg eri satt at siga errin av at kunna vera partur av sendingini í ár, sigur Elin H. í Stórustovu. Nógv tað sama Í tí stóra og heila líkist sendingin í ár rættiliga nógv konseptinum í fjør [...] tað. Kvinnuliga íslettið í ár er Elin Hentze í Stórustovu. Hon er 24 ára gomul og hevur áður verið at hoyrt hjá Rás 2 og í Atlantic Radio í sínari tíð. Menninir eru teir somu sum í fjør: Kári Sólstein, 28 [...] Jakobsen. Tað er eisini ein satsing hjá Ùtvarpi Føroya við einari tílíkari sending, ið merkir fýra fólk fulla tíð alt summarið. Kring landið Ein annar munur við sendingunum í ár í mun til í fjør er kanska, at
er so vakurt í skógini hesa tíðina, tá leyvtrøini sum fura, eik og bók spretta. Vit vóru ein skógtúr við flokkinum hjá dóttir okkara í seinastu viku, og gingu ein tíma inn í skógin til ein sjógv, og har [...] døgunum í apríl mánaði í ár. Tað kom nevniliga so nógv avfall niður innanfyri 24 tímar, at statiskiskt fór apríl mánaði frá at verða ein tann turrasti apríl mánaðin hvat regni viðvíkir, til at verða ein tann [...] gongur úr sínum vetrardvala og byrjar at spretta. Í mars og apríl mánaði í ár skein sólin hvønn dag. Tað smáreganði bert einar tveir hálvar dagar her í Oyrasundsumráðinum. Men sjálvt um sólin skein hvønn