Argir 175 ár

Tann 9. mai í 1828 keypti AndrassMortansson ognirnar hjá spitalskhospitalinum á Argjum ? og er tað dagurin, Argjar vórðu bygdar

Í dag er stórur dagur á Argjum, tí í dag eru liðin 175 ár síðani, at Argjar vórðu bygdar.
Tað var Andrass Mortansson, sum keypti Argjar tann 9. mai í 1828.
Andrass Mortansson var føddur í Hvalba í 1794. Hann giftist Elspu Dánjalsdóttir av Kjalnesi í Kollafirði.
Argir er helst millum elstu bygdir í Føroyum. At garður hevur veirð á Argjum í víkingaøldini (800-1035) helt Sverri Dahl, fornfrøðingur vera ivaleyst. Hann bygdi sína hugsan á tað úrslit, sum Christian Matras kom til viðvíkjandi sjálvum navninum.
Hann helt navnið vera komið úr gæliskum, og at tað var nýtt um ár 900 av norrønum monnum í teimum londum, teir bygdu fyri vestan. Hesum greiðir Niels Juel Arge, sum var oldurabbasonur Andrass Mortansson frá í bók síni »Argjamenn, ein ættarsøga«.
Hvat, ið hevur fyrifarist á Argjum í Víkingaøld til 16. øld, vita vit einki um, men í 1547 fáa vit at vita, at har er eitt hospital fyri spitølsk.
Tað eru leivdirnar av hospitalinum og jørð tess, sum Andrass Mortansson keypir 9. mai í 1828.
Ognirnar hjá hospitalinum og tær fýra hagaleysu merkurnar á Argjum vórðu seldar á uppboði fyri 1005 ríkisdálar til Andrass Mortanson á Kjalnesi og hálvmørkin í Tjørnuvík til tjørnuvíking fyri 320 ríkisdálar. Tilsamans gav handilin 1325 ríkisdálar.
Árið eftir stóð hospitalið í Lágabø, vanliga nevnt Gamla Hospital í Havn, liðugt. Tað kostaði 1445 ríkisdálar og 16 skinn.
Sostatt fingu føroyingar nærum eitt nýtímans ? eftir tátíðarmetum ? sjúkrahús fyri pengarnar, sum Andrass Mortansson rindaði fyri ognirnar á Argjum.
81 ára gamli Sverri Mortensen á Argjum er oldurabbasonur Andrass Mortansson. Tey vóru 12 systkin, trý teirra eru eftir á lívi á Argjum. Sverri Mortensen, Jóhannes Mortensen og Maja Dalsgarð. Í Danmark býr systirin, Dus Kjærgaard. 9. mai í 1948 reistu eftirkomarar hjá Andrassi Mortansson honum minnisvarða