Longu er gingið eitt ár síðan Marianna flutti heim til Harran. At hon bert skuldi verða her hjá okkum í knapt 24 ár, hevði eingin væntað. Men soleiðis bleiv tað. Eitt er sikkurt at gudurin í hesum heimi, vil gera alt fyri at ræna, oyðileggja og stjala. Og tað eru løtur har ið alt virkar sum um hann hevur tikið alt frá okkum; skrætt eitt stórt petti úr familjulívinum hjá okkum, og man stendur bert spyrjandi....hvat og hví..??
Men tann ið sigur seg verða Vegurin, Sannleikin og Lívið, og sum hevur sett búgv í okkara og Mariannu´sa hjarta, Hann hevur givið okkum ein frið og eina gleði, ið røkkur upp um allan ótta, og alla sorg. Tá alt virkar vónleyst, so vísur Hann Vegin, ið vit sum Hansar´ børn ganga á, og hvar hann førur til. Tá alt sær út til at miseydnast, tað bleiv ikki sum vit ætlaðu; so vísur Hann okkum á Sannleikan, ið er Himmalin, gullgøtur, gleði, friður, dansur, lovsongur... og har skulu vit sum Hansar´ børn búgva í ævir; har búleikast Marianna í dag...!!! Vit kunnu bert liva í einum tryggleika, at Marianna hevði valt Lívið! Hon trúði á tann elskaða Babba í Himlinum, ið hon situr saman við í dag. Ein dag skulu vit síggjast aftur. Tárini hava hug at renna av gleði, tá tankarnir leita fram til tann eina dag, har vit skulu savnast aftur. Øll okkar´ kæru ið fóru her frá; nøkur á ungum árum, og onnur seinni í lívinum.
Marianna; tú vart altíð ein glað og lítillátin genta. Tú hevði ikki tað størsta sjálvsáliti ið ein kann hugsa sær, men tú visti hvør tú vart í Honum, sum gav tær styrki, vón og eitt lív ið var vert at liva; sjálvt um dagarnir ikki vóru so mangir.... Tað síðstu tíð av tíni sjúkralegu, merkti tú serliga nógv til hetta, su tú ofta tókst til: Eg orki alt í Honum sum ger meg sterkan.... og ....sum dagur tín er skal tín styrki verða....!! Guds orð.... tað gav lív.
Tað eru so nógvar løtur ið vit altíð vóru sera glaðar fyri...: Tá vit vóru uttanlandatúrar í Íslandi, øll leikutøjini ið vit keyptu heim við, tað var ein rúgva. Allar sunnumorguns-biltúrarnar ið eg, tú, Annebeth og babba fóru at henta flóskur, meðan mamma gjørdi døguðra..... tá var tað luxus at vit hvønn sunnudag fingu hvør sína glas-sodavatns-flósku til døguðra, har babba gjørdi eitt hol í proppin. Og so annars bara dagligdagarnir, har tit ansaðu uppá meg meðan mamma og babba vóru til arbeiðis.
Vit vóru allar glaðar tá vit fingu bæði Jonnu og Biritu til lítlusystrar. Nú vóru vit 5 systrar og tað verða vit altíð....!
Tað er so nógv ið vit kunnu minnast afturá og gleðast um; at vit hava nýtt nógva tíð saman, er gullverd tíð...!!!
Marianna; vit fara altíð at sakna teg, tú eigur at verða ímillum okkum enn. Eitt ið tær ikki náddi at uppliva, er at blíva mostur, til elskuligu, fittu og deiligu Mariannu, ið bleiv borin í heim tann 04. apríl í ár. Hon eitur eftir tær.... Hon hevur veruliga sett seg í okkar´ tómrúm eftir missin av tær. Men ein dag skulu vit øll verða saman aftur.... eg gleði meg. Tað verður ein stór løta, ein stórur dagur.
Marianna; tey ið kendu teg hava mist nakað dýrabart, nakað gott. Arbeiðsfelagar tínir minnast bara gott um teg; vinir sakna teg; og plássið við uppvørpuna inni í Kelduni, har manglar tú. Og her heima; tú eigur at verða her....! Vit sakna teg.
Álítandi, trúføst og kærleiksfull... nøkur av orðunum, ið kunnu sigast um teg.
Marianna; hetta er ikki fyrstu ferð eg royni at skriva minningarorð um teg; eg havi gjørt fleiri royndir gjøgnum tað farna árið, men tað er so ringt. Tað vildi verið lættari at skriva eina bók. At skriva nøkur fá orð um systur sína, er næstan ómøguligt.
Men eg vil enda við hesum orðum, og lýsa frið yvir minni um elskaðu systir mína Mariannu.
?????????????
Systur tín Alice
????????????????
Navnið Jesus, stóra navnið Jesus
eg í Jesu navni havi lív í dag.
Eg skal altíð prísa Jesu navnið,
sum úr myrkri inn í ljósið setti meg.
Onnur nøvn øll skulu blikna.
Tó skal Jesu navn ei vikna,
gyrt í vakurleika lívgar tað mítt sinn,
tað er songurin sum fyllir Himmalin.
Skjótt so stendur perluportrið opið,
og í lívsinslandi, skal eg síggja Hann.
Hann sum bar tað dýra navnið,
yvir øllum øðrum nøvnum.
Tað gav gleði, troyst,
har sorg og sjúka var;
ævigt lív ígjøgnum krossins verk mær gav....










