Nýtt innan hárfríðkan á skránni í Suðuroynni

Týsdagin vóru hárfríðkanarkvinnur í Suðuroyni á skeiði. Berit Kloster vitjaði og hon ferðast kring heimin fyri at fáa íblástur, sum hon síðani tekur við heim og hon leggur fram tað nýggjasta nýggja

Berit Kloster hevði í vikuni skeið í Suðuroynni. Hon ferðast í Noðurlondum, men eisini t.d. Póland og Spania eru ferðamál. Men sjálvsagt eru stóru ferðamálini fyri at fylgja hármótanum London og París. Har vitjar hon tvær ferðir árliga og fær íblástur frá tí nýggjasta innan klædna- og hármóta.
Berit býr í Havn. Hon ferðast í Føroyum og Danmark og undirvísir í nýggjasta hármótanum. Nýtt verður telda, Power Point, har teori verður sýnd, men so verður klipt eisini. Teori og praksis hond í hond. Skeiðluttakarar fáa frálærutilfarið og sleppa eisini at royna seg í nýggja mótanum.
Tað nýggjasta
Týsdagin vitjaði Berit Kloster fríðkanarstovurnar í Suðuroynni. Tær savnaðust í fríðkanarhølunum hjá Elinborg Østerø í Vági.
Tað nýggjasta innan hár-móta kallast Asymetric, Nature style, Soft cut og Separate cut. Klipt verður inn í hárið, so lættari er at seta og forma.
Talan er um skeið í ein dag, sum tó er langur dagur. Frá klokkan 8 á morgni, til umleið 19 á kvøldi.
Uppmøtingin var góð til skeiðið, sum Wella sponsoreraði.