Gleðir seg at fáa øll suður á jólum

- Mítt jólaynskið er, at friður skal valda úti í heimi, og at øll koma væl inn í 2026, sigur Ingun Poulsen 

 

Hvar verða jólini hildin í ár? 

- Jólini verða hildin heima í Vági saman við børnum, teirra makum og okkara elskaðu ommu-og abbabørnum. Tey búgva øll norðanfjørðs, og vit gleða okkum at fáa øll suður til jóla.

Tað sigur Ingun Poulsen.

Hvat verður etið um jólini? 

- Jólaaftan fara vit í kirkju klokkan 17, og eftir jólagudstænastuna eta vit gás og dunnu.

Ingun vísir á, at 1. jóladag hava tey kalt borð – við heitum og køldum rættum. 

- Tá verður tað eisini ræst veðratjógv í ovnin, og tá verður tað ikki betri, sum hon brosandi tekur til.

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Mítt jólaynskið er, at friður skal valda úti í heiminum, og at øll koma væl inn í 2026.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Jólini hava stóra týdning fyri meg. Vit fara niður í ferð og minnast, hví vit halda jól. Vit hugna okkum saman við familju og vinum. 

Ingun Poulsen sigur, at 2. jóladag hittast tey øll – við systkjum við makum og børnum, og tá hugna tey sær saman við spølum og góðum mati.

- Vit verða 22, leggur hon aftrat.