KONSERT
Alt við hesum vakra húsi er tignarligt og vakurt. Ein norðurlendskur miðdepil í Føroyum. Síðani 1983 hevur húsið hýst tiltøkum av øllum slag. Og ein rundur dagur verður eisini hildin á einari tílíkari mentanarháborg.
Fyrr um dagin var kjak fundur á skránni, har litið varð aftur í tíðini, hvat varð sagt tá, og hvør veruleiki var komin burturúr spádómunum.
Eitt kjak, sum lesararnir kunnu lesa meira um í Sosialinum týsdagin.
Og um kvøldið var ein rættilig galla konsert á skránni. Ein ultra innboðin fjøld var komin saman í húsinum sjálvan hátíðardagin.
Einki varð sent í útvarpi ella sjónvarpi, so tað vóru vit bara vit, sum vóru innboðin ella høvdu fingið fatur á einum av avmarkaðu atgongumerkjunum til sølu, ið fingu upplivingina við.
Tað merkist eisini, at hetta vera eitt serligt høvi.Fólk komu til tíðina, og tey betru klæðini vóru funnin fram. Tað er nakað mystiskt næstan fremmant við hesum galla tiltøkunum. Uttanlands eru tað fín tiltøk oftast fyri tey fínu. Í Føroyum er henda stættin rein fiktión, og tað er kanska heldur ikki so galið. Men hetta tiltakið eigur kortini størri rós enn landsdystirnir og annað, har elitan verður vald út og hevja upp eftir ókendum formlum.
Tí hetta húsið eiga vit øll. Soleiðis sigur stjórin í húsinum um húsið og virksemið. Og týdningarmikið er at hava í huga, at húsið er eitt norðurlandahús ? og ikki eitt Føroya hús ella eitt hús fyri Havnina.
Og vit eitt sovorðið serstakt og sjálsamt høvi sum henda mátmikla galla konsert, so kunnu tað so avgjørt seta spurnartekin við, um ikki fleiri áttu at fingið gleðina av hesari góðu løtu. Tær eru jú so fáar.
Hetta hóskvøldið í Norðurlandahúsinum hevði meira enn nakað ein ávísan stíl. Og her verður ikki hugsað um talurnar ella búnarnar hjá áhoyrarunum, men um framførslurnar.
Húsið skal skapa karmar og mentanina, og er tað ikki frálíkt at eiga slíkt hús til slíka mentan. Framførslurnar fríggjakvøldið vóru á góðum máli stílfullar. Hetta er einki ummæli, men bara ein einføld konstantering.
Við slík høvi verður oftani róst ríkiliga nógv, og vit skulu heldur ikki leggja okkum so langt frá hesi leið. Húsið er ein perla, men uttan innihald ? mentanina ? er hon ein perla úr glasi.
Leggja vit stríðið millum fólksliga- og hámentan til síðis, so er einki at taka seg aftur í, at listarliga umhvørvið í Føroyum livir væl í Norðurlandahúsinum.
Men spurningurin er, hvussu long livitíðin verður, og hvørji høvini í framtíðini vera. Helga Hjørvar, stjóri, sigur, at Norðurlandahúsið í framtíðini ætlar at leggja seg eftir færri og størri tiltøkum, og tað kann geva rúmd til fleiri spælidagar hjá størru orkestrunum.
Tað riggaði eisini væl hóskvøldið. Umframt ymsar røður vóru bæði kór og symfoniorkestur á skránni.
Fyrst framførdi Havnarkórið við Òlavi Hátún sum dirigenti. Eftir tveir føroyskar sangir vóru átta sangir sungnir ? ein úr hvørjum norðanlandi, har eitt nú løg hjá Edvard Grieg og Oskar Lindberg. Føroyar, mín móðir eftir Knút Olsen og Poul F. Joensen var føroyski parturin av samansettu norðurlendsku skránni.
Eitt samansett Føroya-kór var eisini savnað til høvi. Og kórið sang millum annað Brúgvar, ið Vagn Holmboe og Karsten Hoydal gjørdu til upplatingina av Norðurlandahúsinum í 1983.
Tá sungu íslendingurin Guðmundur Jónsson og Sanna í Brekkunum solo. Tjúgu ár seinni sang Sanna aftur solo hóskvøldið. Hesaferð saman við úrmælinginum Ernst Sondum Dalsgarð.
Eftir ein steðg kom Føroya Symfoniorkestur á pallin. Framførd vórðu fýra norðurlendsk stykki, sum øll teljast millum tey kendastu norðurlendsku verkini.
Síðst sang Føroya-kórið saman við Føroya Symfoniorkestri Eg oyggjar veit hjá Hans Jacob Højgaard og Fríðrik Petersen.
Ì orðum ljóðar tað ikki av nógvum, men í innihaldið var hetta eitt stórt kvøld. Bæði fyri há ella lá var tað ein væl stílað framsýning av føroyskari mentan.
Spennandi verður at vita, hvat tey næstu tjúgu árini fara at geva av mentan og avbjóðingum.









