Andrea Hansen í Fuglafirði 80 ár

16. mai verður Andrea Hansen í Fuglafirði 80 ár

__________________________________________________________________
Mamma nú tú rundar tey áttati, má ásannast at tú hevur verið eitt arbeiðsgrev, tú hevur ikki spart teg. Mangan havi eg hugsa um tað stríð tú hevur havt av at uppala okkum 12 systkini. Men ongantíð merkti eg á tær at tú vart ónøgd við lut tín, tvørturímóti sá tað út sum at hesin barnaflokkur var tín lívs av-bjóðing. Eg merkti ongantíð at tú royndi at fáa okkum fram til lívsins hægstu og bestu størv. Men tað, sum var eitt og alt hjá tær var, at vit øll skuldu koma at kenna frelsaran frá Golgata, Jesus Kristus, tann stóra skapara og Harra, hvørs stórsligna náttúra, sum vit vóru umgird av hvønn dag, talaði um. Fjørðan við tí vakra sandinum, har havið, hvønn einasta dag, við sínum fleiri túsund tonsum broytti sandin og ánna til eitt stilt og friðfult spæli-pláss og so aftur til vakrar skúmandi hvítar aldur. Fjøllini stóðu so vøkur og litrík í sól-skininum, og lokkaðu okkum niðan á Húsar, ella longur burtur, men so á vetrartíð, myrk og hóttandi niður yvir okkum í buldrandi ódn, eins og tey vildu taka okkum í sín náðileysa kalda hvassa slevjuta favn, táið hvirlurnar sugu luftina frá húsinum og síðani komu sum eitt sleggjuslag niður hinumegin. Húsini skulvu.
Góða mamma, um so vindurin blásti í útnyrðing ella láganlandnyrðing, um tað var ódn ella long, um tað var flóð ella fjørða, vart tú tann sama, og altíð á sama stað. Tú vart har. Barlastin sjálv. Tí gjørdist trivnaðurin so ómetaliga góður. Baklandið var i ordan. Øll náttúran var spælipláss okkara. Men, mamma títt lív og tín atferð skapti trivnað og samljóð í øllum hesum. Eg trúgvi at hetta, saman við Gudsótta tínum, gjørdi alt so ómetaligt lætt og einfald.
Hetta var loyndarmálið, kraftarkeldan.
Meg minnist frá heilt lítilum, at tú hvørt kvøld, tá tú legði okkum at sova, tókst tær tíð til "at takka við okkum" sum vit plagdu at siga. Tú takkaði Gudi og baðst eina bøn - ikki eina "ramsu," - men eina livandi bøn, hvørt kvøld. Meg minnist, at tú við tínum sterku og eymu hondum enn einaferð ballaði dýnuna væl rundan um meg og kysti meg. Eg kendi heita andadrátt tín og sovnaði so við tað sama.
Men so kom ein dagur.
Mamma góða, tú gjørdist sjúk - støðan var hættislig - meg minnist at doktarin kom og tú skuldi við hast fara á sjúkrahúsið. Teir komu við eini børu og løgdu teg á hana, og fóru berandi við tær oman trappurnar. Tá var fyri mær sum at alt skramblaði saman, eg krógvaði meg, græt í loyndum og kundi ikki sovnað.
Tað sum eg aldri hevði droymt um, hendi. Mamma var burtur. Alt myrknaði fyri mær. Óløgini løgdu seg miskunnarleys niður yvir mína óroyndu barnasál. Skipið fór á slavsíðu. Ballastin var burtur. Hvar skuldi eg venda mær.
Jú, tann góði Gud, sum tú hvørt kvøld hevði biðið til fyri mær, til Hansara vendi eg mær, í barnsligum áliti, at biða til, fyri tær. Hann, sum hoyrir bønir smábarna sína, sendi teg aftur í øllum góðum.
Skipið kom aftur á rættkjøl.
Góða mamma tú hevur ongantíð kraft samfelagið eftir nøkrum, tú kendi pláss títt "inni í heimi tínum" og ikki "uttanfyri." Tú hvørki rópti eftir vøggustovu ella barnagarði, nei lív títt hevur verið sermerkt av takksemi, nøgdsemi og fram um alt av Gudsótta. Friðsæla atferð tín hevur sett størri spor eftir seg enn mangar tómar buldrandi talur. Mamma, kæra fosturland okkara hevur fostra mangar góðar kvinnur, men tú ert hin besta. Hin besta.
Mamma eg kundi hildið á og skrivað eina heila bók um teg.
Nú tú fyllir áttati, kanst tú ikki reypa av at tú eigur nógv av heimsins virði, ognir og pening, men neyvan er nakar so ríkur sum tú, 12 børn, 12 svigarbørn og mong ommu- og langommubørn. Hetta er ikki bert ein rúgva av fólki, nei tú minnist tey øll við navni í bønum tínum og minnist eisini til hvønn einasta føðingardag.
Tú ert miðdepulin, samlingspunktið.
Hóast arbeiðsmegin tín ikki er tann sama, so er friðurin og takksemi ikki minni - men vónin er bjartari - til ein dag tú skalt fáa tína stóru løn frá Honum, sum tú í stilli og trúðfesti tænti her, Hann fer at siga: "Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv."
Mamma vit hava ómetaliga nógv at takka tær fyri og gleða okkum til ein hugnaligan føðingardagin í kvøld.
Hendan heilsan er so bert ein lítil rósa frá mær.
Hjartaliga tillukku.

x x x x