Barometrið II

Manningin í útvarpssendingini Barometrið er til reiðar til enn eitt summar við útvarpssending av tí muntra slagnum. Sendingin og manningin líkist sær sjálvari, men í ár er ein kvinna fastur partur av manningini

SENDING

Helst best umtókta summarsending seinnu árini, Barometrið, verður aftur at hoyra í summar. Lætta summarsendingin við vertununum, tú legði merki til, verður at hoyra fýra dagar um vikuna, týsdag til fríggjadag, frá 10. juni til 5. september.
Fýra vertir fara at vera hvønn dag ? tveir úti og tveir heima í studio. Og hesaferð er ein kvinna fastur partur av manningini.
Og hetta er nakað, sum merkist. Teir mannligu vertarnir kappast mestsum at stoyta sínar viðmerkingar yvir á einasta kvinnuliga vertin. Sum kortini ikki hevur ringt við at kasta viðmerkingar av sær aftur. Men lagið er øgiliga gott. Tey hugna sær rættiliga, nú fyrireikingarnar av álvara eru farnar ígongd til eitt summar við einari útvarpssending av tí muntra slagnum, sum tann eini verturin so fegin vil kalla tað.
Kvinnuliga íslettið í ár er Elin Hentze í Stórustovu. Hon er 24 ára gomul og hevur áður verið at hoyrt hjá Rás 2 og í Atlantic Radio í sínari tíð.
Menninir eru teir somu sum í fjør: Kári Sólstein, 28 ár, er fastur í Útvarpi Føroya og fæst mest við barnaútvarp. Bjarni Mohr og Rúni Jákupsson eru báðir 29 ára gamlir og teljast óivað millum tær meira kendu útvarpsrøddirnar. Aldursforsetin er Heri Jakobsen við sínum 37 árum. Í fjør summar setti hann sítt sermerki á føroyska landslagið við einum ógvuliga líkatil stíli.
Elin í Stórustovu skal út fyri tað nógva vera úti í markini, og tað er nakað, hon gleðir seg til, sjálvt um spurningarnir kunnu gerast alternativir viðhvørt.
?Mær dámdi sera væl sendingina í fjør, og eg eri satt at siga errin av at kunna vera partur av sendingini í ár, sigur Elin H. í Stórustovu.

Nógv tað sama
Í tí stóra og heila líkist sendingin í ár rættiliga nógv konseptinum í fjør. Stílurin verður tann sami, men ymsar broytingar eru gjørdar.
Tónleikurin verður fyri tað nógva í tí nýggja lættara endanum, og tað verða innsløgini somuleiðis.
Tann so kenda firmakappingin verður aftur á skránni. Sostatt skal tann gløggasta fyritøkan í Føroyum finnast á øðrum sinni. Og aftur í ár bíðar ein góður vinningur eftir starvsfólkunum hjá vinnandi fyritøkuni.
Kappingin er eitt sindur broytt, soleiðis at spurningarnir verða blandaðir. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað ikki longur er fastlagt, hvør raðfylgjan av spurningum verður, men liðini skulu velja sær eitt tal, sum so vísir til ein tilvildarligan spurning. Hesir góðu spurningar eru kortini ikki heilt ólíkir í evni og torleika.
Kenn tín maka verður eisini somuleiðis aftur á skránni. Hetta er kappingin, har eini hjún ella eitt par verður spurt nærgandi spurningar um hvørt annað.
Hinvegin er Internetkappingin tikin av skránni.
Ætlanin er at nýta fríggjadagarnar til ymisk events, sum væl kann umsetast til hendingar ella tiltøk. Hetta skal alt verða skemtilig tiltøk.
Annars verður eisini nógv gjørt við heimasíðuna, har m.a. myndir fara at liggja og eitt webcam fer at vísa fólkið, hvussu vertirnir hóreiggja sær í studioinum.

Væl umtókt
Tað er lítið at taka seg aftur í, at sendingin Barometrið gjørdist framúr væl umtókt í fjør. Ongar beinleiðis lurtarakanningar eru gjørdar, men eitt nú heimasíðan hevði 84.000 vitjanir í fjør summar. Men nógvu lurtararnir eru ikki orsøkin til, at tey hava valt at halda fram.
?Tað er ótrúliga stuttligt fyri okkum at gera hesar sendingarnar. Eg haldi ikki, at tað var ein dagur, har vit ikki høvdu tað stuttligt, sigur Bjarni Mohr, sum sjálvur saman við Rúna Jákupsson var upphav til Barometrið.
?Vit hava meira ella minni vita allatíðina, at vit fóru at gera eitt umfar afturat, og tí hava vit snakkað nógv saman í vetur. Men tað er eingin meining í at gera júst tað sama ella nakað verri, tí hava vit gjørt nakrar broytingarnar, siga teir tríggir, Kári, Bjarni og Heri.
?Men hetta er ikki voksið nøkrum yvir høvdið. Einki er givið áðrenn, sigur Heri Jakobsen.
Tað er eisini ein satsing hjá Ùtvarpi Føroya við einari tílíkari sending, ið merkir fýra fólk fulla tíð alt summarið.

Kring landið
Ein annar munur við sendingunum í ár í mun til í fjør er kanska, at ætlanin er at fara meira út um alt landið.
Manningin hevur fingið hendur á einum serligum bili, sum skal føra teir báðar reportararnar kring landið.
Tey øll fimm verða ikki at hoyra allatíðina í senn, tí ætlanin er, at ein teirra allatíðina skal vera í feriu.
Hendan dagin, vit hava savnað tey, gongur leiðin í Sólborg á Argjum, har tann kunstiga sólin gevur hitan, veðurgudarnir fjala hendan dagin.
Og tey trívast væl í hesum selskapinum. Ikki bert undir sólini, men saman við hvørjum
øðrum.
Sambært Hera Jakobsen er tað eisini ein fyrimunur, at tey eru í einum meira búnum aldri.
?Tað hevur stóran týdning, at tað eru vaksin fólk, sum gera sendingini. Vit kunnu bæði tvætla og skemta og tosa um nógv ymisk evni, sigur Heri Jakobsen, sum lovar at halda áfram við leitanini eftir G-stronginum, hann ongantíð fann síðsta summar.