Elli er ikki tað sama sum sjúka

Tá 91 ára gamla, Elsa Høgnesen í Klaksvík, fyri einum ári síðani broytti lívsførðslu, byrjaðu plágurnar, sum hon í mong ár hevði drigist við, so smátt at hvørva. Dóttir hennara fekk hana at royna náttúruheilivág og kostætlan eftir tilráðing frá einum heilsuráðgeva

- Hvør dagur er mær ein gleði, tí eg havi nakað at síggja fram til. Eg eri
vorðin varug við nakað sera týdningarmikið, og tað er, at elli ikki er tað sama sum sjúka. Hóast eg eri vorðin so gomul, so kann eg gleðast kortini, sigur Elsa.
Flestu klakvíkingar kenna Elsu hjá Erlingi, sum hon oftast verður rópt.
Eisini man hon vera kend uttan fyri Klaksvíkina av øllum teimum mongu, sum gjøgnum árini hava samskift við Norðoya Blikksmiðju.
Elsa er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn. Í 1938 giftist hon Erlingi Høgnesen úr Fuglafirði. Tey komu at kennast, meðan Erling stóð í læru í Keypmannhavn.
 
Eins eldhugað og fyrr
 
Kendi handilsmaðurin og reiðarin, Kjølbro, ætlaði at lata blikksmiðju upp í Klaksvík og eina ferð, hann var í ørindum í Keypmannahavn, bað hann Erling reka smiðjuna fyri seg.
Soleiðis bar tað á, at hesi bæði ungu fólkini búsettu seg í Klaksvík.
Í 1965 lótu Elsa og Erling upp egna blikksmiðju í kjallaranum í heimi teirra í Kráargøtu. Tað er ikki ov nógv sagt, at Elsa var ?primus motor? á blikksmiðjuni øll 20 árini, hon og maðurin høvdu fyritøkuna.
Elsa er ein serstakliga røsk og arbeiðssom kvinna, og hjá henni verður einki latið í hendurnar á tilvildini. Nú árini eru vorðin so mong, er hon eins eldhugað, sum hon var á yngru árum.
 
Árini ikki einsamøll
    
Men hjá henni, sum hjá øllum øðrum, koma árini ikki einsamøll. Fyri 20 árum síðani byrjaði heilsan at bila. Blóðtrýstið gjørdist ov høgt, og hon varð noydd at taka heilivág.
Síðani fekk hon sopp í naglirnar á fótunum. Heilivágurin, hon fekk frá
Læknanum, hjálpti ikki, og seinni breiddi soppurin eisini seg til hendurnar.
Eftir at Elsa varð vorðin einkja, gjørdist heilsan verri, og hon fekk
bløðrubruna og gikt. Heldur ikki fyri hesar plágurnar hjálpti heilivágurnin,
hon fekk frá læknanum. Læknin segði, at bløðrubrunin kundi ikki grøðast,
men mátti haldast niðri við heilivági restina av lívi hennara.
Nú tók hon 10 tablettir um dagin, og heilsan bara versnaði.
Hon kundi bert ganga stuttar teinar, orsaka av pínu í beinunum. Pínan
stóðst av, at æðrarnar í beinunum vóru typtar. Tað, sum vit vanliga kalla forkálking. Eisini gjørdist hon skjótt forpøst og orkaði illa at draga andan, skuldi hon gera eitthvørt arbeiði.
 
Fekk eitt nýtt lív
 
Men fyri einum ári síðani hitti Elsa ein heilsuráðgeva, sum kannaði hana og
gjørdi henni eina kostætlan.
Kostætlanin er neyv og fyri hvønn dag í vikuni. Hon skal eta nógva
frukt og grønmeti, umframt rís og korn av ymiskum slagi. Eisini tekur hon
náttúruheilivág og kosttilskot.
Tað er spennandi at hyggja inn í matarskápið hjá Elsu. Har stendur ein rúgva av íløtum við øllum møguligum spennandi grýnum, kornum, turkaðum fruktum og plantum.
-         Tað er nógv roks av at gera matin til, og tað er ikki ókeypis. Men tað
er bæði stríðið og peningin vert, tí eg eri frísk av øllum, sum eg plágaðist av frammanundan, sigur Elsa ovurfegin.
          Nú, eitt ár eftir, at hon fyrstu ferð hitti kostráðgeva sín, tekur Elsa onga tablett frá lækna.
          Elsa leggur aftrat, at hon, síðani hon var ein smágenta, hevur lagt lív sítt í Guds hond og biðið hann signað tað, sum hon etur.