Tað eydnaðist Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum at súlta málið um Tekniska Skúla í Havn, soleiðis at ongin skúli kann byggjast í bræði.
Sambandsflokkurin hevði eitt konkret uppskot um fígging av skúlanum, soleiðis at byggjast kundi beinanvegin. Talan var um eitt sera greitt uppskot, har man hækkaði rakstrarjáttanina til skúlan, soleiðis at Tekniski Skúlin sjálvur, sum sjálvsognarstovnur, kundi taka lán og byggja. Rentur og avdrøg av lánunum skuldu so fíggjast yvir raksturin.
Eftir hesi ætlan kundu eisini aðrar íløgur verið gjørdar, sum hava ligið alt ov leingi á láni her í samfelagnum. At hesar íløgur liggja á láni, kunnu vit takka sitandi samgonguni fyri, sum yvir ein kamb hevur skorið ríkisstuðulin við 366 mió. krónum um árið.
Tá hetta árið er runnið, hevur hesin niðurskurður kosta føroyska skattgjaldar-anum 732 mió. krónur, (ella tað sama sum tað hevði kostað at bygt 8,4 tekniskir skúlar). Vit kundu fyri hesar pengarnar bæði bygt Tekniskan Skúla, Handilsskúla og Studentaskúla, og goldið alt yvir eitt ár, men tað eru tjóðveldis-menn ikki sinnaður til.
Tað er ikki dagur, at vit ikki hoyra um, at peningur manglar á øllum økjum í samfelagnum, men tað kemur ikki sitandi samgonguni til hugs at lætta um dagligdagin hjá vanliga føroyinginum.
Tjóðveldisflokkurin er í dag í ferð við at koyra landið á húsagang. Hvør minnist ikki fíggjarmálaráðharran hjá Tjóðveldisflokkin-um, sum seinast í 80-unum segði, at allir kassar vóru á tremur. Tríggjar mánaðar seinni fór landið á húsagang. Vónandi endurtekur søgan seg ikki hesaferð, við Tjóðveldisflokkinum á odda í fíggjarmálum.
Tvey mál við ymiskari prioritering
Tvey mál komu í mentunarnevndina í mars og apríl. Annað var um Miðnámskúlan í Vági og hitt var um Tekniska Skúlan í Havn.
Málið um skúlan í Vági sá dagsins ljós og bleiv avgreitt av einum samdum løgtingi. Hitt málið um Tekniska Skúlan í Havn, liggur formaðurin, Jógvan Arge, enn á. Ikki kláraði hesin tjóðveldismaðurin at avgreiða málið, áðrenn tingið fór heim fríggja-dagin.
Tá tingið kemur saman aftur á ólavsøku, tekur Anita á Fríðriksmørk við aftur sum formaður í mentanarnevndini. Tá kann Jógvan Arge aftur átaka sær rolluna sum býráðslimur í andstøðu. Súltingin av Tekniska Skúla í Havn eydnaðist til fulnar.
Fólkaflokkurin tagnaður
Tað sigst, at samgongan hevur verið til thefund hjá Høgna Hoydal, og hesin hevur eftir øllum at døma bukað Fólkaflokkin uppá pláss. Óli Breckmann, sum seinastu dagarnar hevur rópt um, at skúlin skuldi byggjast "við ein rasandi fart" er tagnaður.
Ein skúlaætlan skal nú vera á veg, siga tey. Tingið, mentamálanevndin og almenningurin kenna einki til hesa skúlaætlan. Enn er einki komið fram um, nær skúlin skal byggjast, ella hvar peningurin skal koma frá.
Hvat er tað fyri ein heildarætlan talan er um, tá ið tað bara manglar at byggja ein skúla aftrat, tað er hann í Havn?
Sambært Óla Breckmann hevur mann nú sett eina nevnd at granska og kanna. Ein ávísir persónur setti eisini "en komete for at intet skulle ske"!
Myrkaspæl
Løgmaður sigur nú, at skúlamálið er eitt innanhýsis mál í samgonguni. Nú skal málið um skúlabygging viðgerast innan fyri fýra veggir. Hetta kalli eg myrkaspæl hjá sam-gonguni.
Er talan um ein rossahandil millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, sum millum annað hevur til endamáls at flyta lærlingaútbúgvingar út úr Havnini ? - Livst so spyrst.
Tann vanvirðing, sum sitandi samgonga á tingið hevur víst yvir fyri skúlamálinum í Havn, kann ikki beskrivast. Skúlamálið er við vilja súltað í mentanarnevndini. Hetta er grov vanvirðing fyri tinginum, at tingskipanin ikki verður hildin orsakað av innanhýsis klandri um málið, og tí at samgonguflokkanir ikki tora at vísa sína støðu í málinum.
Uttan nakað yvirornað skúlapolitiskt mál og mið, er rossahandil nú gjørdur í samgonguni í besta 80-ára stíli um at handla skúlar sínámillum, har bossurin aftanfyri hesa ætlan er Høgni Hoydal landsstýrismaður, sum sigur hvussu umráðandi tað er, at henda semja verður hildin, til tess at fáa skúlaleiðslur og arðar partar at góðtaka hesa loysn.
Heldur skuldi Høgni Hoydal roynt at fingið skil á sínum egna flokki, áðrenn tingmenn og landsstýrismenn innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum veruliga fara til hendurs. Men hetta er tjóðveldismonnum so líkt.
Og hesir ætla at stýra Føroyum við fullveldi.