sum nevnist SÍb kappast í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum í flogbólti. Mótstøðuliðini í bólki 1 eru TB, Mjølnir og Fleyr a. Í morgin klokkan 15 møtast Fleyr a og Mjølnir í Gundadalshøllini. Hilmar [...] frætta frá dystinum. Komandi hóskvøld klokkan 21 spælir SÍb ímóti Fleyr a í Havn. Sunnudagin 10. desember tekur TB ímóti Fleyr A í Trongisvági. [...] Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Rás2. SÍb við Jørgeni Niclasen á liðnum vann í dag ein góðan 3-1 sigur á TB suðuri í Trongisvági. Settmunurin var 25-19, 12-25, 23-25 og 18-25. Poul Ingason sum eisini
Í gjár var tónleikakappingin innan tungmálm í Havn. Wachen Metal Battle er árlig kapping, har vinnarin sleppur víðari út í heim at umboða Føroyar, og Føroyar hava megnað at vunnið altjóða kappingina, tá [...] tá Hamferð gjørdi hetta bragd. Í gjárkvøldið kappaðust Necrolepsia, Bragdarlogi, Iron Lungs, Goresquad og Asyllex, umframt at vinnarin frá í fjør, Svartmálm, vóru á palli. Tað var bólkurin Asyllex úr [...] smádreingir. Teir hava sín uppruna í umhvørvinum kring ungdómshúsið á Tvøroyri, og eru júst komnir við síni fyrstu útgávu. Teir sleppa tískil víðari til stóru kappingina, har teir í Týsklandi fara at umboða Føroyar
Grynnuni verður í morgin í Tórsgøtu í Havn. Undanfarin ár hevur tiltakið verið ógvuliga væl vitjað, og halda veðrið sær soleiðis, sum tað er í dag, so verða tey ivaleyst eisini fleiri, sum fara oman í Tórsgøtu [...] slag. Í ár er konseptið varðveitt eins og tað hevur verið, men aftrat tí eru komnar øðrvísi mentanir inn í fiskatiltakið. Tí eitt av tí, sum verður at fáa til matna í morgin, er føroyskur fiskur í thailendskum [...] smakka grillaðan makrel, grillaðan saltfisk, royktan laks og ymiskt annað. Tiltakið byrjar klokkan 10.00 í morgin og heldur fram til klokkan 17.00.
hevur verið eitt afturvendandi opið tiltak á býarbókasøvnunum í Runavík, Klaksvík og í Havn. Hetta er aðru ferð at Vágar eru við. Mett verður, at í Vágum eru omanfyri 100 tilflytarar uttan úr heimi, skrivar [...] Í kvøld hevur Marghøllin í Sørvágs Skúla verið karmur um tiltakið Sambinding. Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamáls at savna saman tilflytarar og føroyingar til eina hugnaliga løtu saman. Ein møguleiki [...] Integratiónsátakið Sambinding er skipað sum eitt samstarv millum bókasøvnini, stigtakararnar handan átakið í 2015 “Hvussu kunnu vit hjálpa?” og Reyða Kross Føroya. Myndin er tilvildarlig
Í morgin kemur forkvinnan í danska Socialdemokratínum, Mette Frederiksen, á vitjan í Føroyum. Vertur fyri vitjanina er Javnaðarflokkurin og Aksel V Johannesen, løgmaður. Mette Frederiksen skal fundast [...] Frederiksen at flyta fram røðu á eykalandsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum, sum verður hildin í Smæruni í Havn. Umframt at Mette Frederiksen eisini skal hitta umboð fyri Samtak og Samstarv, fer hon at kunna [...] Miðnámsskúlan á Kambsdali. Mette Frederiksen fer av aftur landinum fríggjadagin, sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.
skipar Býarbókasavnið í Havn fyri kafékvøldi við yvirskriftini »Mítt bókasavn«. Á skránni verður prát við tríggjar gestaluttakarar, sum hvør á sín hátt hava brúkt bókasøvn nógv, bæði í sambandi við sítt yrki [...] Nielsen, rithøvundur. Lagt verður upp til prát um, hvønn týdning og hvønn leiklut bókasøvn hava havt í lívinum hjá teimum trimum, hvørji serlig minnir knýta seg at bókasavnslívi teirra, og hvussu tað perfekta
tá Tróndur Arge segði frá teimum serligu hendingunum, sum vóru í fjórðingsfinaluni millum HB og EB/Streym á ovara vølli í Gundadali í Havn. Ein dystur HB vann 2-1. Á upptøkuni hoyra vit Trónd siga frá teimum [...] teimum trimum málunum, og teimum trimum reyðu kortunum, sum komu í einum dysti, sum leingi var hálvgum linligur, men sum fekk ein sera dramatiskan enda. Sambært frásøgnini var brotssparkið, sum førdi til [...] til, at HB javnaði til 1-1 heldur ivasamt. HB-EB/Streymur 2-1 (0-0) 0-1: Dan í Soylu 1-1: Rókur av Fløtum Jespersen, brotsspark 2-1: Ari Mohr Jónsson
og undirhalda í Runavík. Poppbólkurin Dynamit plagdi at verða afturvendandi gestur í Eysturoynni, men tað eru liðin 25 ár, síðani Dynamit seinast spældi har. Leygarkvøldið fer oddamaðurin í Dynamit, Niclas [...] Jákupsson, at syngja og undirhalda í Løkshøll. Afturat sær hevur hann ein tónleikabólk. Tiltakið, sum kallast Vit vilja ongantíð doyggja, hevur áður verið hildið í Klaksvík og Havn, og nú stendur Runavík fyri [...] søgum. Eisini hevur Niclas Heri onkran spildurnýggjan sang við á skránni. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu á heimasíðuni hjá Løkshøll.
(11-13) ímóti StÍF í dysti í Faxe Kondi steypakappingini, sum var spældur í høllini á Hálsi í Havn. Hjalti Mohr Jacobsen heldur, at hann og liðfelagarnir tveittu ov nógvar bóltar burtur í álopinum, og tað [...] kyndilsmenn pískaðir at vinna á VÍF á heimavølli mikukvøldið. VÍF vann 36-25 (19-13) á Team Klaksvík fyrr í dag.
Fyrsta mál í skránni til býráðsfundin í Havn, sum verður í ovurmorgin, er, at Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri sambandsflokkin, hevur boðað frá, at hann fer í farloyvi. Tí skal næsti maður á listanum [...] løgmaður. Kaj Leo Holm Johannesen hevur sitið í býráðnum áður, frá 1997 til 2000. Annfinn Brekkstein hevur verið einsamalt umboð fyri sambandsflokkin í Tórshavnar býráð síðani 2008. [...] listanum taka sæti í býráðnum og tað er fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen. Mong mundu vænta, at Kaj Leo Holm Johannesen fór at gerast toppskorari hjá Sambandsflokkinum, tá hann boðaði frá, at hann