Í kvøld hevur Marghøllin í Sørvágs Skúla verið karmur um tiltakið Sambinding. Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamáls at savna saman tilflytarar og føroyingar til eina hugnaliga løtu saman. Ein møguleiki hjá bæði føroyingum og útlendingum at læra eitt sindur um hvønn annan, og at knýta sambond.
Sambinding hevur verið eitt afturvendandi opið tiltak á býarbókasøvnunum í Runavík, Klaksvík og í Havn. Hetta er aðru ferð at Vágar eru við. Mett verður, at í Vágum eru omanfyri 100 tilflytarar uttan úr heimi, skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuni.
Integratiónsátakið Sambinding er skipað sum eitt samstarv millum bókasøvnini, stigtakararnar handan átakið í 2015 “Hvussu kunnu vit hjálpa?” og Reyða Kross Føroya.
Myndin er tilvildarlig