Tveittu ov nógvar bóltar burtur í álopinum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr fimmmálsskjúttan, Hjalta Mohr Jacobsen taka samanum tapið ímóti StÍF í Faxe Kondi kappingini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Hjalta Mohr Jacobsen, sum skeyt fimm mál fyri Kyndil, tá Kyndil tapti 25-28 (11-13) ímóti StÍF í dysti í Faxe Kondi steypakappingini, sum var spældur í høllini á Hálsi í Havn.

 

Hjalti Mohr Jacobsen heldur, at hann og liðfelagarnir tveittu ov nógvar bóltar burtur í álopinum, og tað kostaði.

 

Hjalti Mohr Jacobsen staðfestir, at Kyndil spældi illa áðrenn nýggjár, og tað sær ikki út til at verða bøtt uppá tað. Nú eru kyndilsmenn pískaðir at vinna á VÍF á heimavølli mikukvøldið. VÍF vann 36-25 (19-13) á Team Klaksvík fyrr í dag.