Ein dagur á Grynnuni verður í morgin í Tórsgøtu í Havn. Undanfarin ár hevur tiltakið verið ógvuliga væl vitjað, og halda veðrið sær soleiðis, sum tað er í dag, so verða tey ivaleyst eisini fleiri, sum fara oman í Tórsgøtu at fáa sær føroyskan fisk av alskyns slag.
Í ár er konseptið varðveitt eins og tað hevur verið, men aftrat tí eru komnar øðrvísi mentanir inn í fiskatiltakið.
Tí eitt av tí, sum verður at fáa til matna í morgin, er føroyskur fiskur í thailendskum hami.
Eisini kunnu tey luttaka smakka grillaðan makrel, grillaðan saltfisk, royktan laks og ymiskt annað.
Tiltakið byrjar klokkan 10.00 í morgin og heldur fram til klokkan 17.00.











