18. apríl skipar Býarbókasavnið í Havn fyri kafékvøldi við yvirskriftini »Mítt bókasavn«.
Á skránni verður prát við tríggjar gestaluttakarar, sum hvør á sín hátt hava brúkt bókasøvn nógv, bæði í sambandi við sítt yrki og privat. Tey trý eru Bergljót av Skarði, studentaskúlalærari, Jan Mortensen, lønarstjóri, og Jóanes Nielsen, rithøvundur.
Lagt verður upp til prát um, hvønn týdning og hvønn leiklut bókasøvn hava havt í lívinum hjá teimum trimum, hvørji serlig minnir knýta seg at bókasavnslívi teirra, og hvussu tað perfekta bókasavnið sær út, sæð frá teirra sjónarhorni – og Jóanes Nielsen fer at lesa upp nakrar av yrkingum sínum.
Tiltakið verður týskvøldið 18. apríl frá klokkan 19-21, og leiðarin á bókasavninum, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, , verður vertur.