Í gjár var tónleikakappingin innan tungmálm í Havn. Wachen Metal Battle er árlig kapping, har vinnarin sleppur víðari út í heim at umboða Føroyar, og Føroyar hava megnað at vunnið altjóða kappingina, tá Hamferð gjørdi hetta bragd.
Í gjárkvøldið kappaðust Necrolepsia, Bragdarlogi, Iron Lungs, Goresquad og Asyllex, umframt at vinnarin frá í fjør, Svartmálm, vóru á palli.
Tað var bólkurin Asyllex úr Suðuroynni, ið tók fyrsta plássið. Bólkurin er mannaður við unglingum úr Suðuroynni, ið hava spælt saman síðani teir vóru smádreingir. Teir hava sín uppruna í umhvørvinum kring ungdómshúsið á Tvøroyri, og eru júst komnir við síni fyrstu útgávu.
Teir sleppa tískil víðari til stóru kappingina, har teir í Týsklandi fara at umboða Føroyar.









