Endurhoyr dramaið í Gundadali

(Frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá trimum málum og trimum reyðum kortum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá teimum serligu hendingunum, sum vóru í fjórðingsfinaluni millum HB og EB/Streym á ovara vølli í Gundadali í Havn. Ein dystur HB vann 2-1.

 

Á upptøkuni hoyra vit Trónd siga frá teimum trimum málunum, og teimum trimum reyðu kortunum, sum komu í einum dysti, sum leingi var hálvgum linligur, men sum fekk ein sera dramatiskan enda.

 

Sambært frásøgnini var brotssparkið, sum førdi til, at HB javnaði til 1-1 heldur ivasamt. 

 

HB-EB/Streymur 2-1 (0-0)

0-1: Dan í Soylu

1-1: Rókur av Fløtum Jespersen, brotsspark

2-1: Ari Mohr Jónsson