Vit vilja ongantíð doyggja í Runavík

Leygarkvøldið kl 21.00 fara Niclas Heri Jákupsson og tónleikarar at spæla og undirhalda í Runavík.

Poppbólkurin Dynamit plagdi at verða afturvendandi gestur í Eysturoynni, men tað eru liðin 25 ár, síðani Dynamit seinast spældi har. Leygarkvøldið fer oddamaðurin í Dynamit, Niclas Heri Jákupsson, at syngja og undirhalda í Løkshøll. Afturat sær hevur hann ein tónleikabólk. Tiltakið, sum kallast Vit vilja ongantíð doyggja, hevur áður verið hildið í Klaksvík og Havn, og nú stendur Runavík fyri tørni. Niclas Heri Jákupsson fer at syngja kendu sangirnar hjá Dynamit, og millum sangirnar fer hann at hugleiða og skemta við undirhaldandi søgum. Eisini hevur Niclas Heri onkran spildurnýggjan sang við á skránni. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu á heimasíðuni hjá Løkshøll.