einsamøll í dag, er ítøkilig. Tað snýr seg um eina hending, sum førdi til, at hon í fjør heyst bað mannin pakka sekkin og fara. Hendingin, talan er um, er ikki viðkomandi fyri hesa grein. Maðurin er pápi til yngstu [...] genturnar. Leigan er 6.000 krónur um mánaðin, men tá eru bæði olja og el íroknað. - Eg haldi ikki, at hetta er so øgiliga dýr leiga, tá ið hugsað verður um, hvussu dýr oljan er, og hvat streymurin kostar [...] mammum í Danmark og Føroyum als ikki kunnu samanberast. - Eitt er tað, tú sum einlig mamma fært frá tí almenna. Annað er matvøran, sum er bíligari í Danmark. Tú keypir ein mjólkarpakka í Danmark fyri 5
Mann kann gera sær sínar hugsanir um, hvat Skálafjørðurin verður fyri eitt øki, tá Eysturoyartunnilin er liðugur. Tað fer ikki bara at hava ávirkan á fólkatalið og bústaðarmarknaðin, men eisini handilslívið [...] og so búði mann har. Mann er meira mobilur í dag enn tá, sigur Kára á Dunga, sum meinar, at bíligi prísurin eystaramegin tunnilin ger tað enn lættari at vera mobilur. - Tað er eina heila millión bíligari [...] stjóri í Betri Heimi, hevur í Vikuskiftis Sosialinum eitt boð uppá hví. - Hugburðurin hja føroyingum er broyttur. Í dag flytir mann eftir tørvi, har eitt nú arbeiðsmarknaðurin hevur nógv at siga. Vil mann
Tað er Sky News, sum ber hesi tíðindi, og í Hvítu Húsunum verður sambært miðlinum váttað, at hetta veruliga er ein møguleiki. - Í nátt fara russar aftur at leypa á Kiev. Vit mugu øll skilja, hvat tað er [...] í býnum, og ávaringarlúðrar hava fleiri ferðir ljóðað í dag. Tað er framvegis ógreitt, hvussu stórur partur av ukrainska høvuðsstaðnum er á russiskum hondum, men í einari samrøðu við amerikanska forsetan [...] - Høvuðsstaðurin er farin í verjustøðu. Skot og spreingingar eru longu í býnum, sigur borgarstjórin í Kiev, Vitalij Klitsjko. Hann vísir á, at fleiri spreingingar hava verið nærindis hitaorkuverkinum í
Hvat gert tú fyri at halda teg sunna? - Eg eri ikki ítróttafólk, men eg royni at ganga túr hvønn dag. Tað er gott, bæði fyri sinn og skinn. Soleiðis sigur Sirið Stenberg. Hon vísir á, at henni dámar væl [...] likamliga og sálarliga við at vera virkin? - Ja, rørsla ávirkar svøvnin. Einki er betri enn ein gongutúrur í okkara vøkru náttúru. Tað er lekidómur, og í náttúruni finni eg frið. Sirið Stenberg sigur, at túrar
Kærleikskúluna hjá Dugna, er Astri Luihn, og hon greiddi við hátíðarløtuna í Listaskálanum í morgun frá, hvat sniðið í ár ímyndar. - Kærleikskúlan í ár er ein lomvigaringur. Lomvigin er veikur millum hinar fuglarnar [...] Vinarlag er kærleiki Vinir eru familjan, vit velja okkum, sum stuðlar okkum í kærleika. Sum fuglunum tørvar okkum flokkin, og flokkinum tørvar okkum. Vit fylkjast í flokk, sum líkir fuglar. Flokkurin er okkara [...] og trýr upp á teir førleikar, hann hevur. Astri Luihn helt fyri, at lomvigin minnir hana á, at tað er ókey at vera, sum vit eru, og júst tí mugu vit eisini geva pláss fyri teimum, sum eru øðrvísi enn vit
mánaðir, so í ár ber betur til hjá honum at uppliva ólavsøkuna. - Tað er eitt sindur stuttligari at vera á ólavsøku í ár, nú tá Róar er vorðin eitt sindur størri, sigur Elin. - Vit fara nokk ein túr oman [...] morgunin áðrenn setanina bjóða vit vinfólki ein túr forbí til brunsj. Vanliga eru vit eini 10, men maðurin er til skips, og nøkur bórust undan, so í dag vóru vit sjey í alt. Tað var stak hugnaligt, og aftaná fylgdust [...] fylgdust vit øll oman á Vaglið til setanina, sigur Elin. Elin hevur ikki nakar strangar planir, hvat hon skal náa á ólavsøku. Hóast tað eru tað nøkur ting, sum hon gjarna vil uppliva. - Eg hevði gjarna
sum er setanin, skrúðgongan ólavsvøkudag, kappróðurin, fundurin á Doktaragrund og fótbóltinum, um okkurt lið spælir, sum onkursvegna stendur mær nærri enn onnur. Føroyski dansurin ólavsvøkukvøld er eisini [...] eisini eitt must. Hvat eigur ein at fara til á ólavsøku? Lutirnar eg havi nevnt omanfyri. Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku? Hon endurspeglar sum oftast samtíðina, samstundis sum hildið verður fast um klassisku [...] klassisku ýtini. Tað tilkemur ikki mær at broyta hana, hon er OK.
á Vestara Bryggju. Byggingin hevur longu vakt ans og elvt til kjak, og ein teirra, ið er sterkt móti uppskotinum, er varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu og býráðslimur fyri Tjóðveldi, Jógvan Arge. Í [...] lesarabrævi sent fjølmiðlunum í dag, ger Jógvan Arge púra greitt, at núverandi býráðssalur er ivaleyst góður. - Toppurin er, at meirilutin í álvara tosar um at gera býráðssal ovast í saltsiluni á Vestaru bryggju [...] óneyðugt oyðsl. Vit brúka býráðssalin á Vaglinum kanska fimm tímar um mánaðin. Gamaní er hann eitt eldri hús, men har er væl verandi nakrar tímar um mánaðin. At leggja 20 milliónir frá kommununi aftrat teimum
- Tað er sjálvandi intrisant at síggja hvat er hent og hvussu alt er skrúvað saman, men upp á aðrar mátar, so haldi eg, at tað er eitt sindur av einum fýsara, ið kom fram í gjár. Tað sigur Jógvan Páll [...] á heimasíðuni er, at tað felagið varð strikað í 2009. Tað vil siga, at tað er sjey ára gamalt. Eitt annað felag, ið hevur verið frammi, har føroyingar vóru, er strikað í fýrsunum. Tað er tretivu ár síðani [...] tað hevur nakran sum helst relevans í dag. Advokaturin vísir eisini á, at tað at krógva pening ikki er nakað nýtt. - Tað eru so ótrúliga nógvir mátar at krógva pengar uppá. Tað hevur verið kent í fleiri
Sjálvur er Bill Justinussen staddur uttanlands í summafrí í løtuni, men hann hevur tó roynt at fylgt við í føroysku miðlunum, hvat gongur fyri seg her á landi. Í fartelefonini sigur Bill, at sparingarnar [...] sparingarnar eru eitt úrslit av, at tað er farið at stramma fíggjarliga í Føroyum. Ikki javnaðarpolitikkur Bill Justinussen sigur, at tað er ógvuliga sjáldsamt, at javnaðarflokkurin velur tey gomlu, tá ið sparast [...] pengarnar Sjálvur heldur Bill Justinussen, at struktururin í almannaverkinum er ov dýrur, og at ov lítið fæst fyri pengarnar. - Tað er alt ov nógv smá kongaríkir í almannaverkinum. Vit hava alt ov nógvar leiðarar