- Ótrúliga óheppið

Í Miðflokkinum eru tey skelkað av tíðindunum um, at stuðulin til umsorganararbeiði er skerdur við nærum eini helvt, og tí verða tilboðini til tey gomlu skerd munandi.

Sjálvur er Bill Justinussen staddur uttanlands í summafrí í løtuni, men hann hevur tó roynt at fylgt við í føroysku miðlunum, hvat gongur fyri seg her á landi. Í fartelefonini sigur Bill, at sparingarnar eru eitt úrslit av, at tað er farið at stramma fíggjarliga í Føroyum.

Ikki javnaðarpolitikkur
Bill Justinussen sigur, at tað er ógvuliga sjáldsamt, at javnaðarflokkurin velur tey gomlu, tá ið sparast skal, men hann heldur, at hetta er prísurin, ið má gjaldast fyri at verða í samgongu við fólkaflokkinum.
- Nú koyra vit við undirskoti á fíggjarlógini, men framvegis verður skattalætti latin til høgu lønirnar, og tað má takast inn aftur onkra aðrastaðnis. Fólkaflokkurin vil skerja almennu útreiðslurnar, og tað er ivaleyst eitt dagligt stríð hjá Hans Paula Strøm at fáa fólkaflokkin við í sínum arbeiði, sigur Hans Pauli Strøm.
Løgtingslimurin hjá miðflokkinum sigur tað verða eitt poltiskt og ikki eitt umsitingarligt mál, at rakstrarstuðulin verður skerdur, tí landsstýrismaðurin ræður suverent yvir játtanini.

Mugu fáa meiri fyri pengarnar
Sjálvur heldur Bill Justinussen, at struktururin í almannaverkinum er ov dýrur, og at ov lítið fæst fyri pengarnar.
- Tað er alt ov nógv smá kongaríkir í almannaverkinum. Vit hava alt ov nógvar leiðarar, varaleiðar og onnur, sum brúka alt ov nógva tíð upp á fundarvirksemi, skeiðvirksemi og ferðing, ístaðin fyri at tey vóru úti í markini, har tørvurin er størstur, sigur Bill Justinussen.
Bill Justinussen heldur tað verða eina gongda leið, at minni tíð verður brúkt í fundarhølum og á skúlabonki, tí tað kostar ov nógv og gongur út yvir brúkaran.