Í fjør upplivdi Róar sína lívs fyrstu ólavsøku. Men tá var hann so lítil, einans tríggjar mánaðir, so í ár ber betur til hjá honum at uppliva ólavsøkuna.
- Tað er eitt sindur stuttligari at vera á ólavsøku í ár, nú tá Róar er vorðin eitt sindur størri, sigur Elin.
- Vit fara nokk ein túr oman á tivoliøkið at royna okkurt. Kanska karasellurnar.
Elin og maðurin Símin – sum tó ikki fær verið á ólavsøku í ár vegna arbeiði á sjónum – hava eina traditión 28. juli.
- Um morgunin áðrenn setanina bjóða vit vinfólki ein túr forbí til brunsj. Vanliga eru vit eini 10, men maðurin er til skips, og nøkur bórust undan, so í dag vóru vit sjey í alt. Tað var stak hugnaligt, og aftaná fylgdust vit øll oman á Vaglið til setanina, sigur Elin.
Elin hevur ikki nakar strangar planir, hvat hon skal náa á ólavsøku. Hóast tað eru tað nøkur ting, sum hon gjarna vil uppliva.
- Eg hevði gjarna viljað sloppið at sæð kabarettina í ár. Í morgin fari eg nokk við vinfólki niðan á Hotel Føroyar at eta buffet, sigur Elin.
Símin, maður Elinar, kemur heim týsdagin, dagin eftir ólavsøku.