- Tað er sjálvandi intrisant at síggja hvat er hent og hvussu alt er skrúvað saman, men upp á aðrar mátar, so haldi eg, at tað er eitt sindur av einum fýsara, ið kom fram í gjár.
Tað sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, við Rás 2, eftir at almenningurin fekk atgongd til skjølini mánakvøldið. Sjálvur helt advokaturin, at skjølini ikki avdúkaðu nakað serligt.
- Nú komu nøkur nøvn fram, og tú nevndi eitt í áðni, og tað eg síggi á heimasíðuni er, at tað felagið varð strikað í 2009. Tað vil siga, at tað er sjey ára gamalt. Eitt annað felag, ið hevur verið frammi, har føroyingar vóru, er strikað í fýrsunum. Tað er tretivu ár síðani. Eg dugi ikki at síggja, at tað hevur nakran sum helst relevans í dag.
Advokaturin vísir eisini á, at tað at krógva pening ikki er nakað nýtt.
- Tað eru so ótrúliga nógvir mátar at krógva pengar uppá. Tað hevur verið kent í fleiri harrans ár, at tú kanst hava sokallaðar nummarkontoir í Sveis, Liktinstein og Alpuøkinum, hvar í tú skrásetur eitt nummar.
Hoyr alla samrøðuna við Jógvan Páll Lassen við at trýsta á pílin á myndini.