- Í Føroyum er ikki livandi hjá einligum mammum

- Eg havi óteljandi ferðir verið á dyrnum hjá Almannastovuni, bæði einsamøll og saman við barnaverndarumboðum, men framvegis hava vit ikki fingið tær umstøður, sum vit halda, at vit hava rætt til. Tey siga, at tey vilja royna, og tey siga seg skilja meg og okkara umstøður, men tá ið svarið umsíðir kemur, eru eingir batar kortini, sigur Nanna H. Jacobsen, sum er ung, einlig mamma við børnum

Føroyar 2006

Nanna H. Jacobsen er 24 ára gomul. Hon eigur trý børn, sum eru 7, 5 og 1 ára gomul. Fjórða barnið er á veg, og væntandi kemur tað um ein mánaða ella so.
Unga kvinnan, sum hevur sín uppruna í Sandoynni, men býr til leigu á Skálafjørðinum, livir sum einlig mamma.
Elsta barnið, 7 ára gamli sonurin Kristian, býr hjá pápa sínum í Danmark.
Aftrat sær sjálvari hevur Nanna 5 ára gomlu Shailu og 1 ára gomlu Saritu.
Ymiskt er, hvussu umstøðurnar hjá fólki kunnu laga seg. Mong viðurskifti hevur tú ávirkan á, meðan onnur kunnu koma yvir teg  uttan, at tú sjálv/ur biðir um tað.
Orsøkin til, at Nanna livir einsamøll í dag, er ítøkilig. Tað snýr seg um eina hending, sum førdi til, at hon í fjør heyst bað mannin pakka sekkin og fara. Hendingin, talan er um, er ikki viðkomandi fyri hesa grein.
Maðurin er pápi til yngstu dóttrina og ófødda barnið.
Nanna stendur í dag, har hon stendur  við trimum børnum og skal eiga fjórða barnið um ein mánaða. Barnsburðurin og eitt ára gamla dóttirin binda hana nógv, og hon hevur smáar møguleikar at fara út um heimið, tá ið hon býr á Skálafjørðinum, og mamman býr í Vágum.

Nógv stríð
Vit hava tosað við Nannu um umstøðurnar hjá henni sum einligari mammu. Hon hevur eisini búð í Danmark, og tí veit hon, hvør munurin er at vera einlig mamma í Føroyum og Danmark.
Nanna sigur, at hon hevur brúkt ógvuliga nógva orku til at tosa við Almannastovuna um viðurskiftini, og hon er avgjørd, tá ið hon sigur, at hetta hevur kenst sum ein oyðimarkargongd, har tað hevur verið torført at fáa Almannastovuna at hjálpa henni, soleiðis at hon og børnini kunnu liva eitt sámiligt lív.
- Tey spyrja, hví mínar umstøður hava lagað seg soleiðis, og tað er sjálvsagt eisini í lagi, at tey gera tað. Tá ið eg búði í Danmark, spurdu tey eisini, men tá kendi eg tað, sum lurtaðu tey eftir mær.
Hon sigur, at umstøðurnar hjá eini einligari mammu í Danmark og í Føroyum als ikki kunnu samanberast, tí møguleikarnir í Danmark eru so nógv betri enn her heima.
Nanna leigar eini hús á Skálafjørðinum til seg og genturnar. Leigan er 6.000 krónur um mánaðin, men tá eru bæði olja og el íroknað.
- Eg haldi ikki, at hetta er so øgiliga dýr leiga, tá ið hugsað verður um, hvussu dýr oljan er, og hvat streymurin kostar, sigur hon.
Hon leggur aftrat, at hon fekk hesi húsini til leigu við "neyð og deyð", tí fleiri vóru um boði.
- Vit búðu í Fuglafirði, tá ið hendingin við manninum gjørdi, at eg bleiv einsamøll, og barnaverndin á staðnum helt, at vit gjørdu best við at skifta umhvørvi.

Røkkur ikki
Hon sigur, at aftrat leigupeninginum, fær hon smáar 3.000 krónur um mánaðin at liva fyri frá Almannastovuni.
- Tey siga, at hetta er tað, sum eg kann fáa, men hetta røkkur ikki til mat og klæðir til okkum - og als ikki til tey gjøld, sum fylgja við einum húsarhaldi, sjónvarps-og útvarpsgjald og sjúkrakassa.
Nanna sigur, at við hesi veiting útyvir leiguna er eingin møguleiki at geva børnunum døgurða hvønn dag, ei heldur at keypa teimum tey klæði, tey hava brúk fyri  og børnini í hesum aldri passa ikki somu klæði ár um ár.
- Eg havi óteljandi ferðir verið á dyrnum hjá Almannastovuni, bæði einsamøll og saman við barnaverndarumboðum, men framvegis hava vit ikki fingið tær umstøður, sum vit halda, at vit hava rætt til. Tey siga, at tey vilja royna, og tey siga seg skilja meg, men tá ið svarið umsíðir kemur, eru eingir batar kortini.
Hon sigur, at tað kennist sum at renna seg ímóti einum múri at tosa við Almannastovuna, og hon hevur er við at missa vónina um, at korini fara at gerast rúmari.
- Eg havi nú fingið samband við barnaverndina her í økinum, og eg vóni, at tey kunnu verða við til at hjálpa okkum.
Nanna sigur, at hjálpin, hon biðir um, er til mat og klæðir til børnini og tvungnu útreiðslurnar.
- Eg klári ikki at forsyrgja mær og børnunum, og tað ber heldur ikki til í longdini, at mamma mín alla tíðina skal noyðast at taka um endan, tá ið mánaðurin líður. Hon hevur eisini sítt hús og sínar skyldur.
Hon sigur, at soleiðis sum hon upplivir umstøðurnar í Føroyum, mælir hon ongari kvinnu til at sita sum einlig mamma.

Ófødda barnið
Nanna sigur, at tá ið hon fann út av, at hon gekk við øðrum barninum hjá manninum, sum hon noyddist at geva durafjórðingin, ivaðist hon nógv í, hvat hon skuldi gera.
- Eg visti ikki míni livandi ráð, og í neyðini umhugsaði eg eisini at taka ófødda barnið. Men eg hevði ikki samvitsku til tað og avgjørdi at ganga við barninum og føða barnið, sum eg vænti kemur um ein mánaða ella so.
Hon vísir á, at júst um hesa tíðina, tá ið hon gekk og hugsaði um, hvat hon skuldi gera, var nógv frammi um abort.
- Orðini hjá politikarunum og felagsskapum um at hjálpa mammum heldur enn at noyða tær at taka børnini í móðurlívi, høvdu eisini sína ávirkan á avgerðina. Men tíðin gongur, og so hendir einki kortini. Hvussu truplar umstøðurnar hjá einligum mammum eru, noyðist tú at uppliva fyri at vita tað, leggur hon aftrat.
Nanna sigur, at hon hevur fingið pláss til genturnar í barnagarðinum á Mýrunum, men hon hevur ongan møguleika havt at gjørt nýtslu av hesum plássum, tí teinurin til barnagarðin er so langur. Nú hon er komin til at eiga, orkar hon heldur ikki at ganga langa teinin við teimum, og hon hevur í aðrar mátar ikki havt nakran flutningsmøguleika.

Aftur til DK
Í neyðini hevur unga mamman hugsað um at flyta niður aftur til Danmarkar at búgva, og í hesum sambandi hevur hon eisini tosað við Almannastovuna um hjálp til at flyta.
- Men slíka hjálp kann eg heldur ikki fáa. Tey siga, at skulu tey hjálpa mær til Danmarkar, noyðist eg at hava eitt arbeiði í Danmark at vísa á. Eg havi sagt, at eg kundi hugsað mær at farið á handilsskúla í Danmark, men tá siga tey, at handilsskúli eisini er í Føroyum!
Nanna sigur, at tá ið hon búði í Danmark høvdu hon og børnini nógv meira at liva fyri enn her heima.
- Umframt eitt nógv størri nettogjald eftir fastar útreiðslur, fekk hon eisini 9.000 krónur í tí, sum danir rópa "ekstraordinær børnebidrag" triðja hvønn mánaða.
Hon sigur, at umstøðurnar hjá einligum mammum í Danmark og Føroyum als ikki kunnu samanberast.
- Eitt er tað, tú sum einlig mamma fært frá tí almenna. Annað er matvøran, sum er bíligari í Danmark. Tú keypir ein mjólkarpakka í Danmark fyri 5 krónur, meðan sami pakki kostar 10 krónur í Føroyum, sigur Nanna H. Jacobsen.