Hví fert tú / fert tú ikki á ólavsøku?
Havi eg verið heima staddur havi eg verið á ólavsvøku. Á mangan hátt kennist tjóðarhátíðin sum ein nýggj árlig byrjan. Fólkaræði endurskipar seg við nýggjari tingsetu og køkingin ímillum kirkjuna og politiska valdið verður siglað. Annars fari eg fyri at hitta fólk – kend og ókend.
Hvussu heldur tú ólavsøkuna?
Fylgi fyrst og fremst meginbulinum, sum er setanin, skrúðgongan ólavsvøkudag, kappróðurin, fundurin á Doktaragrund og fótbóltinum, um okkurt lið spælir, sum onkursvegna stendur mær nærri enn onnur. Føroyski dansurin ólavsvøkukvøld er eisini eitt must.
Hvat eigur ein at fara til á ólavsøku?
Lutirnar eg havi nevnt omanfyri.
Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku?
Hon endurspeglar sum oftast samtíðina, samstundis sum hildið verður fast um klassisku ýtini. Tað tilkemur ikki mær at broyta hana, hon er OK.

- Ólavsøkan endurspeglar sum oftast samtíðina

