- Óneyðugt oyðsl

Jógvan Arge heldur lítið um ætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu at gera nýggjan býráðssal.

Á býráðsfundi klokkan 17 í kvøld, skal Tórshavnar býráð umrøða ætlanirnar hjá kommununi at byggja ein nýggjan býráðssal í saltsiluni á Vestara Bryggju.


Byggingin hevur longu vakt ans og elvt til kjak, og ein teirra, ið er sterkt móti uppskotinum, er varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu og býráðslimur fyri Tjóðveldi, Jógvan Arge.


Í lesarabrævi sent fjølmiðlunum í dag, ger Jógvan Arge púra greitt, at núverandi býráðssalur er ivaleyst góður.


- Toppurin er, at meirilutin í álvara tosar um at gera býráðssal ovast í saltsiluni á Vestaru bryggju fyri um 20 mió kr. Fyri hesar pengar skal víðkast so mikið um toppin á siluni, at býráðslimir á fundum kunnu skoða út yvir allan býin gjøgnum vindeygu runt um alla hæddina.


- Hetta tykir okkum vera óneyðugt oyðsl. Vit brúka býráðssalin á Vaglinum kanska fimm tímar um mánaðin. Gamaní er hann eitt eldri hús, men har er væl verandi nakrar tímar um mánaðin. At leggja 20 milliónir frá kommununi aftrat teimum meir enn 100 milliónunum, sum Sjóvinnuhúsið longu hevur kostað Tórshavnar havn, eru ólíkindi.


Í lesarabrævinum letur Jógvan Arge eisini illa at ætlanunum, um at flyta umsitingina hjá kommununi inn í nýggja Sjóvinuhúsið. Serliga aftaná, at kommunan hevur rindað tíggjutals milliónir fyri bygningarnar hjá BankNordik.


- Handilin við Bank Nordik var fyri góðar 90 milliónir krónur, 50 fyri bankan í miðbýnum og góðar 40 fyri bankan í Húsagøtu. Húsagøta varð eftir øllum sólarmerkjum bara keypt upp á hvamsvís fyri at fáa bankan í miðbýnum.


- Flytir umsitingin nú øll úr miðbýnum, fara 150 fólk aftrat at hvørva haðani í einum høggi. Tað rímar illa saman við tí áhaldandi reypinum um meiri lív í miðbýin.


Varaborgarstjórin undrast at enda á, um tað yvirhøvur ber til at hava álit á, at upplýsingarnir hjá kommununi eru rættir, og eftirlýsir eini betri viðgerð av málunum.


- Soleiðis, sum ætlanirnar at hýsa umsitingini eru broyttar aftur og fram og hoyggjaðar til í hesum býráðsskeiðnum, ber ikki til at hava álit á tí, sum nú kemur undan kavi. Hvat fer hetta alt kosta kommununi, býnum og borgarunum, tá samanumkemur?


- Tað átti ikki at borið til at koma so illa fyri, sum Tórshavnar kommuna og Tórshavnar havn eru komin í hesum báðum málum. Tí er annar spurningur, um býráðið ikki hevur skyldu til at fáa greiðu á, um viðgerðin av málunum hevur verið nóg dygg.


Trýst her fyri at lesa alt lestrarbrævið.