Listarfólkið, sum í ár hevur sniðgivið Kærleikskúluna hjá Dugna, er Astri Luihn, og hon greiddi við hátíðarløtuna í Listaskálanum í morgun frá, hvat sniðið í ár ímyndar.
- Kærleikskúlan í ár er ein lomvigaringur. Lomvigin er veikur millum hinar fuglarnar, tí hann dugir als ikki at berjast. Kortini hevur hann mót, tí sjálvt um hann heldur ikki dugir serliga væl at flúgva, kastar hann seg út av berginum og trýr upp á teir førleikar, hann hevur.
Astri Luihn helt fyri, at lomvigin minnir hana á, at tað er ókey at vera, sum vit eru, og júst tí mugu vit eisini geva pláss fyri teimum, sum eru øðrvísi enn vit.
Listakvinnan takkaði fyri, at hon varð biðin at gera Kærleikskúluna 2015, og hon helt fyri, at hetta er ein stórur heiður fyri hana. Hon takkaði eisini Hedvig Johansdóttir, stjóra í Dugna, fyri gott samarbeiði - og teldugrafikaranum, Guðrið Syderbø.
Tá Astri Luihn tók orðið í Listaskálanum í morgun, las hon upp hesa yrking, sum eisini liggur í snøggu eskjuni til Kærleikskúluna 2015:
Vinarlag er kærleiki
Vinir eru familjan, vit velja okkum, sum stuðlar okkum í kærleika.
Sum fuglunum tørvar okkum flokkin, og flokkinum tørvar okkum.
Vit fylkjast í flokk, sum líkir fuglar.
Flokkurin er okkara heim, okkara tryggleiki og stuðul.
Flokkur okkara kann broytast og laga seg við tíðini, men sonn vinarbond halda flokkinum saman.
Við kærleika og vinarlagi er alt gjørligt.