Ungir, ukrainskir hermennn í miðbýnum í Kiev, klárir at verja býin. Í telefonsamrøðu við amerikanska forsetan í dag sigur ukrainski forsetin, at høvuðsstaðurin skjótt kann fella í russiskar hendur.

- Í nátt fara russar aftur at leypa á Kiev

- Vit mugu øll skilja, hvat tað er, sum bíðar okkum. Í kvøld mugu vit stríðast, skrivar ukrainski forsetin á Facebook seint í kvøld.

Ungir, ukrainskir hermennn í miðbýnum í Kiev, klárir at verja býin. Í telefonsamrøðu við amerikanska forsetan í dag sigur ukrainski forsetin, at høvuðsstaðurin skjótt kann fella í russiskar hendur.

- Høvuðsstaðurin er farin í verjustøðu. Skot og spreingingar eru longu í býnum, sigur borgarstjórin í Kiev, Vitalij Klitsjko.

 

Hann vísir á, at fleiri spreingingar hava verið nærindis hitaorkuverkinum í býnum, og ávaringarlúðrar hava fleiri ferðir ljóðað í dag.

 

Tað er framvegis ógreitt, hvussu stórur partur av ukrainska høvuðsstaðnum er á russiskum hondum, men í einari samrøðu við amerikanska forsetan í dag, ávarar ukrainski forsetin um, at Kiev skjótt kann fella í russiskar hendur.

 

Tað er Sky News, sum ber hesi tíðindi, og í Hvítu Húsunum verður sambært miðlinum váttað, at hetta veruliga er ein møguleiki.

 

- Í nátt fara russar aftur at leypa á Kiev. Vit mugu øll skilja, hvat tað er, sum bíðar okkum. Í kvøld mugu vit stríðast, skrivar ukrainski forsetin á Facebook seint í kvøld.

 

Sambært útlendskum keldum vísa myndir eina røð av ukrainskum hermonnum og hernaðarligum akførum, sum hava tikið støð fleiri staðni í miðbýnum í Kiev fyri at verja býin. 

 

- Fíggindin roynir at fáa høvuðsstaðni niður á knøini og knúsa okkum, sigur borgarstjórin í Kiev.

 

Russar siga, at teir hava eftirlit við høvuðsvegnum inn til Kiev úr vestri, og at teir hava tikið flogvøllin uttan fyri høvuðsstaðin. Krigsførslan hevur hildið fram í dag, og sagt verður, at fleiri hundrað eru deyð og onnur eru særd. 

 

Á Tvitter samanber uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba, russisku álopini á høvuðsstaðin við týsku álopini í 1941, tá týskarar tóku høvuðsstaðin.

 

- Ukraina vann á tí óndskapinum, og vit fara eisini at vinna á óndskapinum hesaferð. Steðga Putin við at avbyrgja Russland. Blaka Russland út allastaðni, skrivar uttanríkisráðharrin á Tvitter.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Ungir, ukrainskir hermennn í miðbýnum í Kiev, klárir at verja býin. Í telefonsamrøðu við amerikanska forsetan í dag sigur ukrainski forsetin, at høvuðsstaðurin skjótt kann fella í russiskar hendur.