ført við sær, at so gott sum eingin stuðul hevur verið latin fiskimanninum, at manningarhýrurnar eru hækkaðar, at okkara fiskavirkir hava fingið nógvan fisk til virkingar. Ikki til at senda ótilvirkað [...] nógv virksemi til virkini. Í skrivandi stund, 2. páskadag, er tað ein vøkur sjón at síggja 5 av okkara línuskipum liggja við Kósabrúnna, norðanífrá ? Jákup B, Klakkur, Kvikk, Pison og Núpur. Tað er sjónligt [...] seinastuni, er íløgustuðlin til fiskiskipini, ið byrjaði at virka í mars 1993 og endaði 3 ár seinni fyri skip bygd áðrenn 1969, og 5 ár seinni fyri skip bygd eftir 1969. Tað eru stállínuskipini, ið eg her
er ikki til tá, men uttanlandsskuldin hjá landskassanum er har framvegis og skal gjaldast av okkum. Tað ber tí ikki til at loysa fyrst og so á kanossaferð til Danmark at biðja um studning til at tryggja [...] nærkast í tað minsta sjónarmiðini flokkanna millum; tað er gleðiligt. Javnaðarflokkurin fer at gera sítt til at fáa eina breiða undirtøku eftir løgtingsvalið fyri málinum: sjálvstýrislóg ella hvat tað so kemur [...] fólkið ynskir tað. FN-samtyktin frá fimti- ella sekstiárunum bindur ikki Danmark til at fíggja okkara loysing. Samtyktin er fyri tilundirskomnar koloniir, sum líða av fátækradømi. Ikki til at fíggja væ
heimi, sum hon bert hevur alt gott at bera. Tað er kanska tað, ið hevur givið 44 ára gomlu Bjørghild Djurhuus áhuga fyri smábarnafamiljunum, sum hon í dagliga virki sínum hevur til uppgávu og ráðgeva, stimbra [...] konufólk oftast hava hug at bera seg undan, tá heitt verður á tær. Tað var eisini tað fyrsta eg hugsaði,men so gjørdi eg av, at nú skuldi tað vera. Eg havi so ofta sitið við stokkum á aftasta bonki á fundunum [...] hálvum oyra, men nú er nóg mikið. Eg haldi ikki, at tað er gingið upp fyri politikararunum, at tað eisini eru onnur virðir enn fiskur og tílíkt - tó at tað eisini eru mál, sum tú skalt hava vitan um - ið hava
Tað sýnist sum at tað eru so nógv mál, ið eru vorðin stórmál undan hesum valinum, at tú hevur ilt við at síggja skógina fyri berum trøum, sum tikið verður til. Eg skal her tríva í eitt mál, sum líkasum [...] bretska málið. Eydnast tað ikki, so kann javnleikur møguliga eisini brúkast, har við møtast á eini av miðlinjunum Hevði løgmaður tikið av innbjóðing Hurds á sinni, tá hevði tað verið gott høvi nú at sagt ?Welcome [...] orsøkin til, at málið er heilt uppsteðgað. Føroyski samráðingarleiðarin sigst eisini vera koyrdur út í myrkrið. Av tí at eg og helst flest onnur ikki kenna málið í smálutum mugu vit halda okkum til einstøk
seyðahaldinum í statinum Queenslandi. Tá tað gjørdist vátt, boraði tað seg inn ígjøgnum ullina og húðina hjá seyðinum, og fór inn í blóðrenslið og upp í heilan, har tað til seinast drap seyðin. Bøndurnir kundu [...] finna út av, hvat tað var, sum gjørdi, at seyðurin doyði, og teir fóru á húsagang ein fyri og annar eftir. Tað hevur ikki verið seyðahald her síðan, og í dag hevði tað als ikki borið til, tí grasið er allastaðni [...] hugsaðu um, hvat hevði hent, um tað endaði í Føroyum, hetta løgna gras. Tað hevði verið ræðuligt. Hetta nervar tó ikki neytini, uttan tey fingu tað í eygað. Tá kundi tað enda við, at tey vórðu skotin. Sjálvt
Columbus« eftir Leon Berry. Tað sigst jú, at tað var Columbus gamli, ið á sinni fann tað amerikanska meginlandið og allar tær heitu, eksotisku oyggjarnar í hasum økinum, og tað vóru eisini nýggir tónar, [...] og ivaleyst skerjir tað ikki flogið, at flytifuglar sum Butch Lacy okkurt vári vitja oyggjarnar. Úr øllum ættum Manningin í Jaspis var nevniliga vald út av Musikkskúlanum júst til hetta verkskeiðið, og [...] Sortudíki, og tað var eisini krás fyri tey kræsnu, ið borðreitt var við hetta kvøldið. Fløvandi jazzur Havi sjálvur verið eina tíð úti í heimi handan Atlantshavið, og við slíkar heimkomur er tað ikki óvanligt
bíta. Einki ALS at fara til. Men tað, sum festi seg mest, vóru orðini um, at tað er líka mikið, um tú verður biðin til arbeiðis klokkan sjey, níggju, ellivu, tvey ella fimm. Tað, sum um ræður, segði bispur [...] ferðast fegnir langt til tess at náa flogfarinum. London er ein spennandi býur, har tú kanst fáa, hvat tað skal vera. Tó tóktist, sum ikki bar til at fáa ordiligt kaffi. Og var tað ringt í London, var hvaðna [...] siga. Men í mun til, hvat mær var sagt, áðrenn vit komu niður, var hotellið, vit búðu á, rættiliga gott. Reint og nossligt. Egið baðirúm, har eitt fýrbein rann á vegginum. Og tað var, sum tað átti at vera
Heldur var tað tað, at B36-verjan við Arnbjørn Danielsen og Jens Kristian Hansen spældi stak væl. Sum heild vísti B36 eitt sindur av taktunum, sum gjørdi teir til føroyameistarar í fjør, men tað er enn eitt [...] skallaði og var nær við at økja til 3-1. Triðja málið kom, tá tíggju minuttir vóru eftir, og var tað Tomislav Sivic, sum frálíkt spældi bóltin upp um Sumba-verjuna til Jan Guttesen, sum smekkaði hann í [...] Men hóast B36 sum heild var betra liðið, vístu sumbingar, at teir gott kunnu hótta hini meira »etableraðu« 1. deildarliðini, og tað fara teir ivaleyst eisini at gera seinni í ár. B36 fekk fyrsta veruliga
sterk, og tað var torført hjá B36-liðnum at finna nøkur hol í verjuni. Tá B36 so fekk útjavnandi málið stutt fyri hálvleik, var tað meira óskipað TB-spæl enn gott B36-spæl, sum elvdi til tað. Ein vánalig [...] tveir TB-arar leysir við málmanninum. Tað bleiv Radosavljevic, sum lættliga kundi senda bóltin framvið einum seldum Egin Høgnesen til 1-0. Sterk verja Stutt áðrenn tað hevði Tomislav Sivic verið nær við at [...] broytingarnar, og um tað ber til at halda upp á fólkið, kann TB skjótt koma upp aftur á støðið, felagið hevur verið fyrr. Rangstaddur Sigursmálið hjá TB kom, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin
HB hevur verið útrópt at vera størsti favoritturin at vinna FM í ár. HB hevur eitt gott lið, og tað kann gott vera, at teir í HB fara at teljast millum teirra, ið fara at stríðast um FM heitið. Men avrikið [...] umstøðum, og tað gekk ikki so long tíð, til at onkrir hingu við høvdinum. Onkrar av taktisku flytingunum tóktust heldur ikki so skilagóðar, t.d. at Ingi Rasmussen varð tikin aftur av miðvøllinum til at renna [...] fara ikki at koma sovandi til gullkrónur og Europa Cup. Í so máta var talan um góðan lærupening fyri HB og rumenska venjaran, ið so langt í frá tóktist vera nøgdur við tað, hansara vístu á vøllinum.