Nú vóru longu tríggjar vikur farnar av okkara seks vikum í Australia, og vit vóru enn
heilt har norðuri. Nú fór tað at ganga eitt sindur skjótari. Á veg suðureftir vid Oz-bussinum "millumlendu" vit í Airlei Beach eina nátt,
og har hittu vit av tilvild ein annan føroyskan fjakkara, Heidi Dalfoss úr Havn. Hon hevði verið í New Zealandi í 3 mánaðir og var nú á veg
norður eftir framvið eysturstrondini. Vit høvdu eitt hugnaligt prát um fjakking, men skiltust longu morgunin eftir.
Á neytagarði í Dingo
Næsti steðgur á leiðini var á einum risastórum bóndagarði, ella rættari neytagarði. Staðið at Dingo eftir tí villa australska hundinum, og garðurin var 30.000 acres, sum vit hava fingið til at verða uml. 750
km2. Tað er meira enn helvtin av øllum Føroyum, og tá hann fortaldi okkum, at stiklongdin rundanum er 1200 km., trúðu vit ikki okkara oyrum. Tað merkir, at teir lættliga kundu stikað allar Føroyar inni, og tá hevði tað enntá lopið av! Tíbetur er góðskan á stikpelunum sera góð; teir halda vanliga í umleið 40 ár.
Garðurin hevur bara kjøtneyt, 3000 stk., og maðurin, ið greiddi okkum frá, segði, at slagið at Brahman neyt. Tey skulu vera serliga sterk og hóska væl til tað heita, turra veðurlagið. Hann gjørdi nógv burturúr at greiða okkum frá, hvussu teir geldu teir ungu kálvarnar, og hvørjum teir hugdu eftir og føldu uppá, tá teir keyptu nýggjar tarvar, men likamikið við tí! Eisini vísti hann okkum eitt serligt slag av grasi, sum var komið úr India, og hevði beint fyri øllum seyðahaldinum í statinum Queenslandi. Tá tað gjørdist vátt, boraði tað seg inn ígjøgnum ullina og húðina hjá seyðinum, og fór inn í blóðrenslið og upp í heilan, har tað til seinast drap seyðin.
Bøndurnir kundu ikki finna út av, hvat tað var, sum gjørdi, at seyðurin doyði, og teir fóru á húsagang ein fyri og annar eftir. Tað hevur ikki verið seyðahald her síðan, og í dag hevði tað als ikki borið til, tí grasið er allastaðni. Vit hugsaðu um, hvat hevði hent, um tað endaði í Føroyum, hetta løgna gras. Tað hevði verið ræðuligt.
Hetta nervar tó ikki neytini, uttan tey fingu tað í eygað. Tá kundi tað enda við, at tey vórðu skotin.
Sjálvt um garðurin er so stórur, hava teir bert 30 vatnbrunnar, og frá 92 - 96 høvdu teir eina langa turrtíð. Tá tornaðu 28 av brunnunum upp, og tey vóru um at fara á húsagang. So funnu tey uppá at bjóða ferðafólki runt, og hetta er nú ein ógvuliga týðandi partur av
fíggingini av garðinum. Eftir hetta hildu tey eisini, at tey máttu finna fleiri vatngoymslur á ognini, men av tí at tað var sera dýrt at gera royndarboringar, lupu tey út í orð, at gass var í undirgrundini. Hetta frættist skjótt, og skjótt vóru feløg á staðnum og vildu gera
royndarboringar. Tey søgdu vælkomin, og aftaná 600 ókeypis boringar, har tey sjálvsagt ikki funnu nakað gass, høvdu tey bara rakt við vatn fýra ferðir, so tað eru harðar treytir at arbeiða undir.
Sandoyggin Fraser
Aftaná læruríka steðgin í Dingo, komu vit til býin Hervey Bay. Hiðani skuldu vit sigla út á oynna Fraser, eitt annað av stoltleikum
australianna. Hetta er ein sandoyggj burturav, og samstundis tann størsta av slagnum í heiminum. Eisini er hetta einasta stað í heiminum, har regnskógur veksur upp úr sandi, søgdu tey okkum. Oyggin er 120 km. long og 15 km breið. Við undantaki av fýra støðum, har grót finst, er hon sum sagt bert sandur, og gerst í støðum 200 m. høg. Oyggin er fjald av ymiskum vøkstri, mest regnskógi, men í ávísum støðum finnast stórar sandfløtur, ið vaksa, minka ella flyta seg
sum vindurin blæsur. Hóast ongir vegir eru herúti, vitja yvir 20.000 akfor oynna hvørt ár. Hetta eru alt fýrahjólstrektir bilar, og teir hava í meðal 6-8 fólk við. Flest øll fara út á Fraser í 2-3 dagar, júst sum vit gjørdu. Vit vóru 8 fólk í okkara jeep'i, og vóru vælútgjørd til at klára okkum úti í tí villu náttúruni í tvær nætur. Komin á oynna hildu vit beina leið til kendasta vatn á oynni, Lake McKenzie. Vit høvdu sæð myndir av tí áðrenn, men tær sóu so óveruligar út, at vit máttu fara at kanna hetta nærri. Sum vit komu hoppandi eftir tí holuta vegnum gjøgnum jungluna, sóu vit knappliga ein løgnan himmalbláan lit millum trøini. Síðani kom ein hvít - kritahvít - strond eisini spakuliga til sjóndar, og tá vistu vit, at myndirnar høvdu veruliga talað satt. Hetta var tann bláasti blái litur vit hava sæð, og inni við strondina fór hann yvir í ljósagrønt, orsakað av sandbotninum. Sandurin var sum dust so fínur. Vit fingu at vita, at hetta er fínasti sandur, ið finst, 98 % reint silikone. Hann kann brúkast til at reinsa húðina, er góður at vaska hár við, og um tú gníggjar tína gomlu svørtu silvurketu við honum, gerst hon skínandi nýggj aftur. Eitt er so heilt vist, tær myndirnar verða einastandandi flottar. Vit hugnaðu okkum so her við at svimja, gníggja sand í húð og hár, og drekka tað reina bláa vatnið. Løgin kensla at svimja runt við opnum munni og bara svølgja við góðari samvitsku! Vatnið
var partur av " The Tablelands" sum er kelduvatnið undir jørðini. Her var tað bara komið upp til yvirflatuna. Tað er regnvatn, sum er sílað gjøgnum tann fína sandin, og tí er so reint.
Tjaldaðust
Ringt var at fara víðari frá einum sovorðnum stað, men vit máttu skunda okkum eitt sindur, tí til ber bert at koyra eftir tí longu eysturstrondini í fjøru. Hetta var
neyðugt fyri at koma norður til staðið, har vit høvdu ætlað okkum at sláa teltini upp. Komin nøkunlunda upp á pláss, gingu vit niðan á ein stóran klett, har útsýnið var sera gott út yvir havið. Vatnið var so klárt, at vit sóu tvær skjaldbøkur og onkrar stórar fiskar svimja runt undir okkum. Onkuntíð kanst tú vera heppin og síggja delfinir, hávar ella hvalir, men ikki hesa ferð. Har sóu vit so sólina fara niður aftan fyri
oynna, við tí úrsliti, at vit máttu seta telt upp og gera mat í bølamyrkri! Men so hava vit roynt tað. Meðan vit sótu og ótu í myrkrinum
hoyrdu vit dingo'ir ganga og snodda nærhendis, men teir komu ongantíð ov nær. Onkuntíð hava teir verið í so naskir og hava lopið á menniskju herúti. Vit máttu tí verða tvey saman allatíðina.
Morgunin eftir fóru vit tíðliga upp og gingu oman til sjóvarmálan, har vit fóru at svimja í Sjampagnu-hylinum. Hetta er ein náttúruskaptur hylur, og einasta stað, har tú kanst svimja í havinum úti á oynni. (Tú
kundi sjálvandi roynt eydnuna á teimum vøkru lokkandi strondunum, men
mest sannlíkt, so hevði tú rent teg inn í ein háv ella tíggju!) Vit hildu leiðina norðureftir, so langt ið vit høvdu loyvi at fara, aftur
til eitt vatn, har vit svumu og stuttleikaðu okkum. Vit nýttu helst ov nógva tíð til at koyra, men hetta var ein rættulig roynd í sær sjálvum, tí vegirnir eru so vánaligir, at tú kanst bert koyra 20-30 km/t. Vit høvdu ikki gloymt ta vøkru sjónina frá degnum fyri, so sjálvt um nógv onnur støð áttu at verða vitjað, so var Lake McKenzie so dragandi, at
vit valdu at fara aftur hagar. Her vóru vit so allan seinnapartin; so leingi, at tá vit endiliga fingu pakkað okkum saman og skuldu finna okkurt stað at seta teltini, vóru øll plássini upptikin í tí økinum. Vit koyrdu tí til eitt annað stað, har alt eisini var upptikið, so tað endaði við, at vit - sum IKKI høvdu ætlanir um at endurtaka myrkaleggingina frá kvøldinum fyri - aftaná ein drúgvan koyritúr komu til eina strond, og søgdu, at nú koyra vit ikki longur! Vit fingu teltini upp - aftur í myrkri - men áðrenn vit komu í gongd við at gera mat, fór tað at oysregna! Her var onki at gera uttan at krúpa í soviposan, og vóna at teltið ikki fór á flog ella at leka ov illa.
Lake Wabby
Næsta morgun var veðrið gott aftur, og vit hildu leiðina fram. Vit fóru til gongu móti einum vatni, hesaferð Lake Wabby. Hetta vatn liggur inni í regnskóginum, og er ógvuliga sermerkt, tí at øðrumegin er regnskógur og hinumegin ein stór sandfløta, sum gongur rættiliga brøtt niður í vatnið. Hetta er ein av teimum áðurnevndu sandfløtunum, og henda flytir seg uml. 3 m. inn eftir um árið. Við tíðini fer hon kanska at oyða ella flyta Lake Wabby. Tað er lokkandi at klatra niðan, fáa sær renningarferð omaneftir og kava úti, men hetta er sera vandamikið, tí tað er ov grunt, so tú hevði bara smekkað høvdið í botnin. Hvussu tað hevði endað, sóu vit áðrenn vit fóru út á oynna, tí ein, ið búði á sama
gistingarhúsi sum vit hevði gjørt hetta, og hevði fingið heilaskjálvta, brotna nøs og tvey svørt eygu! Og hann var enntá heppin; onnur hava fingið ryggskaðar fyri lívið.
Hetta vatnið líktist burtur frá hinum, tí her var liturin meira grønur. Hetta komst av onkrum algum, ið tó ikki vóru vandamiklar. Á veg
útaftur móti strondini gjøgnum jungluna sóu vit eitt stórt fýrbein, yvir ein metur, id klatraði upp í eitt træ. Eisini vóru har ein rúgva av
risastórum eiturkoppum, so tað var ikki so hugaligt allatíðina at ganga og hyggja upp.
Vit høvdu nú bert ein seinnapart eftir á oynni, og vit fóru enn einaferð til Lake McKenzie. Á veg hagar eftir tí vánaliga sandvegnum, sóu vit brádliga okkurt stórt røra seg inni millum trøini. Vit steðgaðu og hugdu eina løtu, og spakuliga kom fyrst ein hestur til sjóndar, og síðani fylgdu tveir eftir honum. Hetta vóru villir hestar, sum liva á oynni. Hetta høvdu vit als ikki væntað at sæð. Tað er sera sjáldsamt at bera eyga við teir, t'í teir halda til á teimum áatkomuligu pørtunum av oynni. Teir sóu ikki øðrvísi út enn vanligir hestar, men tað var stuttligt at fortelja fyri hinum liðunum, at vit høvdu sæð teir.
Komin aftur til ferjuna, prátaðu vit við onnur lið, ið eisini høvdu verið har í tvær nætur. Onkur hevði verið so óheppin at missa sín soviposa til eina dingo familju, og dingo'ir høvdu stolið allan matin frá tí eina liðnum ta fyrstu náttina, so teir eru ikki at spæla við, hesir hundarnir. Tað var deiligt at koma aftur á fastlandið og fáa vaskað allan sandin av, men heilt burtur fór hann tó ikki. Tað gresjaði millum
tenninar í vikur aftaná.
Sidney
Leiðin gekk nú í skundi suður til Sydney. Ikki so nógv áhugavert á leiðini, kanska burtursæð frá einum lítlum djóragarði, har vit fyri fyrstu ferð sóu tjóðardjór australianna, koalabjarnir. Tær gera tó ikki
nógv um seg; sova 17-19 tímar um døgnið. Men tær sóu ógvuliga fittar út, sum tær hingu slongdar um greinarnar har. Eisini sluppu vit at fóðra kengurunum, tær tordu enntá at taka breyðið beint úr munninum hjá okkum. Tað skuldi verið nakrar góðar myndir.
Vit komu koyrandi til Sydney yvir Harbour brúnna, og útsýnið yvir tað
heimskenda operahúsið var sera vakurt. Tað var løgið at síggja hetta kenda hús við sínum egnu eygum. Sum heild gjørdu vit ikki nógv burturur at vitja støð í Sydney, tí vit kendu okkum troytt av at stressa runt.Vit vitjaðu tó Akvarium'ið, og tað var stuttligt at síggja hesar
risastóru hávarnar svimja runt uppi yvir høvdunum hjá okkum. Eisini vóru vit á Powerhouse listasavninum og sóu nógvar forvitnisligar framsýningar.
Restina av tíðini nýttu vit til at hitta vinir úr Nepal aftur, og leggja ætlanir um, hvat vit skulu vitja og síggja, tá vit um nakrar vikur koma aftur til Sydney á veg heim.