Fyri nøkrum árum síðani var tann amerikanski tónleikarin, Butch Lacy, í Føroyum og legði føroyskum tónleikalívi lag á. Ivaleyst hava báðir partar verið nøgdir við hesa vitjan, tí triðja páskadag byrjaði Butch, sum býr í Danmark, enn eitt verkskeið í Føroyum. Hesaferð við føroyska stórbandinum Jaspis. Butch Lacy er sera fryntligur og fyrikomandi maður og hevur als ikki mist fótafestið, hóast hann so sanniliga ikki er ein og hvør, og at hann innan tónleik flýgur á einum sera høgum støði.
Men føroyskir tónleikarar tykjast eisini at hava funnið eitt ávíst flog seinastu árini, og ivaleyst skerjir tað ikki flogið, at flytifuglar sum Butch Lacy okkurt vári vitja oyggjarnar.
Úr øllum ættum
Manningin í Jaspis var nevniliga vald út av Musikkskúlanum júst til hetta verkskeiðið, og onkur var eisini komin beinleiðis av Flatlondum og Noregi til hetta verkskeiðið, sum bert vardi í tríggjar dagar. Men hóast tíðin var avmarkað, so var okkurt komið á skaftið.
Úrslitið av venjingunum við Butch Lacy, sum sigst at duga at handfara flestu ljóðføri, bleiv framført í Útvarpshølini í Havn hóskvøldið, men uppgávan at finna parkeringspláss ella at koma sær at framat í atgongumerkjaraðnum var ikki tann torførasta. Eitt sindur av fólki hevði tó leitað sær niðan í Sortudíki, og tað var eisini krás fyri tey kræsnu, ið borðreitt var við hetta kvøldið.
Fløvandi jazzur
Havi sjálvur verið eina tíð úti í heimi handan Atlantshavið, og við slíkar heimkomur er tað ikki óvanligt, at ein fær tann obligatoriska spurningin, um tað ikki er kalt at lenda aftur á klettunum. Men eftir at fjøldin hevði heilsað upp á Butch Lacy, ið við sínum glaða og innbjóðandi lyndi og framferð hevði bjóðað øllum at vera vælkomin til eitt kvøld við nývandum stórbandstónum, legði Jaspis fyri við »Christopher Columbus« eftir Leon Berry.
Tað sigst jú, at tað var Columbus gamli, ið á sinni fann tað amerikanska meginlandið og allar tær heitu, eksotisku oyggjarnar í hasum økinum, og tað vóru eisini nýggir tónar, sum fólkið í Útvarpshølllini fingu høvi at hoyra hóskvøldið. Gaman í, hevur big-bandstónleikur fyrr verið at hoyrt at hoyrt í Føroyum, og eg helt meg kenna okkurt andlit aftur í Jaspis, sum eisini var við Tórshavnar Stórbandi, sum tíverri tagnaði fyri nøkrum árum síðani.
Men hóskvøldið hoyrdi eg, at orsøkin ivaleyst er tí, at hesi fólkini eru farin út um landoddarnar at vinna sær kunnleika og víðka tann musikalska sjónarringin enn meira. Nú vóru tey so aftur og spældu fyri føroyingum saman við øðrum góðum kreftum, og ikki kann sigast annað enn, at tað bara »koyrdi«.
Dagført repertoire
Ikki minst var tað stuttligt og deiligt at hoyra nýggjari stórbandstónleik hjá komponistinum Lars Jansson. Ikki so galið hjá trioini, JazzOasis, onkuntíð at sleppa at royna seg í størri høpi, og pianisturin, Magnus Johannesen ríkaði væl í rútmubólkinum.
Flestu solistarnir komu væl frá sínum avrikum - fantasileys undantøk vóru tó - men eisini her fekst tú møguleikan at hoyra, hvussu nógv hesir tónleikararnir eru mentir seinastu tíðina.
Varðar á leiðini
Musikkskúlin og gamla stórbandið í Havnini hava skapt varðar, og verður hildið áfram at laða eins væl, kunnu vit koma langt. Á mál kemur ein tíbetur ongantíð í tónleiki, men sum sagt var menningin eyðsýnd, og ikki minst var tað ein fragd við bjørtum framtíðarvónum at hoyra trompetistin, Ólav Olsen, vísa okkum, hvat hann megnar at ganda úr sínum ljóðføri. Flott! Ikki minst var »samrøðan« hjá trompetini og saxofonini við einasta vokalistin á hesi konsertini, Lenu Andersen, stuttlig og skapandi. Lena kláraði seg sum altíð væl, hóast vit kundu hoyrt meira til hennara hesaferð.
Tulkaði M.C.
Sum áður nevnt er Butch Lacy kringur á fleiri instrumentum, eins og hann eisini er ein góður og sera livandi frásøgumaður. Eitt sindur av hansara hegni á tangentunum sluppu vit eisini at hoyra, tá hann sessaðist við tangentarnar. Hetta stóð ikki í skránni, og heldur ikki vildi hann siga, hvat hann ætlaði at spæla. Men eftir einari løtu hoyrdu vit, at hetta vóru variatiónir yvir »Kvøðuna til pinkubarnið« hjá M.C.Restorff. Sera gott, og hesa útgávuna hevur Føroya fólk uppiborið at hoyra í útvarpinum.
Musikalskur musikkalskur
Sum heild ein góð konsert og musikalsk uppliving, sum fólk vóru nøgd við. At hon so eisini gjørdi hol í sjógv frá føroyskari síðu, gjørdi hana ikki verri. Butch Lacy hevði nevniliga føðingardag hósdagin, og beint tá hesin amerikanski orkesturleiðarin skuldi seta alt orkestrið í gongd, byrjaðu musikararnir heldur at spæla »Happy Birthday To You«, og saman við Eiriki Skála sungu áhoyrararnir á føroyskum fyri einum takksamum Butch. Hann fekk so ein útstappaðan lunda við veipandi veingjum, eins og ein dirigentur, tá hann er í síni bestu støðu.
Musikkskúlin eigur tøkk uppiborna fyri hesa góðu konsert. Somuleiðis Butch Lacy, ið læt sín alsk til tónleikin koma okkum áhoyrarum til góðar. Bert spell, at ikki fleiri vóru og lurtaðu, men vónandi verður hesin páskagesturin og hinir flytifuglarnir, sum nú royna seg í grannalondunum, ikki sum lundar á jólanátt í framtíðini.