Tað gekk mangan heitt fyri seg í kaldliga várveðrinum í Gundadali sunnudagin, tá B36 og TB brustu saman í steypakappingini. Og dømingin spældi eisini ein óhepnan leiklut í einum dysti, sum TB heldur óvæntað vann 2-1.
Tá liðini stutt áðrenn páskir spældu á Tvøroyri, endaði tað við javnleiki 2-2. Tvífaldi málskjúttin hjá TB tann dagin var Sasha Radosavljevic, og hann gjørdi eisini bæði málini hjá TB sunnudagin.
Tað fyrsta kom eftir fyrimyndarligt kontraspæl, tá dysturin var 17 minuttir gamal.
B36-verjan saknaði Arnbjørn Danielsen, sum ikki var við henda dagin, og tað var mangan tunnligt í aftara enda hjá B36.
Tað varð revsað, tá TB setti eitt skjótt mótálop í gongd. Bólturin varð spældur langt fram ? upp um alla verjuna ? og brádliga vóru tveir TB-arar leysir við málmanninum. Tað bleiv Radosavljevic, sum lættliga kundi senda bóltin framvið einum seldum Egin Høgnesen til 1-0.
Sterk verja
Stutt áðrenn tað hevði Tomislav Sivic verið nær við at lagt B36 á odda, tá hann skallaði hart og gott niður móti vinstra málhorni, men TB-málverjin, sum stóð væl allan dystin, bjargaði frálíka væl.
Eins og í dystinum móti Sumba dagin fyri hevði B36 nógv spæl, men tað var lætt at síggja, at TB í løtuni er nógv betur fyri enn Sumba. Verjan við Óla Johannesen og Pól F. Joensen stóð sterk, og tað var torført hjá B36-liðnum at finna nøkur hol í verjuni.
Tá B36 so fekk útjavnandi málið stutt fyri hálvleik, var tað meira óskipað TB-spæl enn gott B36-spæl, sum elvdi til tað.
Ein vánalig afturlegging til málmannin endaði við, at bólturin varð sparkaður beint upp í loft. Tá hann kom niður aftur, fekk ein TB-ari fótin á hann, men eisini hann kiksaði sparkið hjá sær, Tomislav Sivic fekk fatur á bóltinum og javnaði til 1-1.
Ikki sannførandi
Tað var í lagi eftir spælinum, at B36 fekk útjavnandi málið, men føroyameistararnir vóru langt frá sannførandi. Álopið við John Petersen og Jákupi á Borg fekk lítið munagott burturúr, og tá teir fingu bóltin, høvdu teir betri hug til at royna seg sjálvar, heldur enn at samstarva.
Í seinna hálvleiki kom Rógvi Larsen á vøllin, og hann vann fleiri bóltar á miðvøllinum og stríddist nógv saman við Ronnie Samuelsen, men málmøguleikarnir, sum spurdust burturúr, góvu onga úrtøku.
TB etablerað seg
Sasha Radosavljevic vísti enn einaferð, at hann er ein av vandamiklastu áleyparum í landinum í løtuni, og at hann lættliga kann syrgja fyri, at TB fer at arga tey ovastu liðini seinni í ár. Óli Johannesen er eisini stórur styrkur hjá tvørámonnum at fáa, og tá so gott fólk er bæði í álopinum og í verjuni, er torført at ímynda sær TB sum niðurflytingarkandidat, sum nógv annars høvdu spátt, áðrenn fótbólturin byrjaði.
TB hevur verið í einum aldudali seinastu árini, men nógv bendir á, at ótrygga tilveran hjá liðnum av Tvøroyri er av fyri hesu ferð. Liðið hevur nú spælt saman í nøkur ár uttan tær stóru broytingarnar, og um tað ber til at halda upp á fólkið, kann TB skjótt koma upp aftur á støðið, felagið hevur verið fyrr.
Rangstaddur
Sigursmálið hjá TB kom, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Tá høvdu tvørámenn havt tveir stórar málmøguleikar stutt áðrenn, og B36 var ávarað um, at tað lættliga kundi ganga galið.
Kortini má sigast, at TB fekk góða hjálp frá dómara og kanska serliga linjuverja, tá avgerandi málið skuldi skjótast. Enn eitt mótálop endaði við, at bólturin varð spældur úr høgru síðu inn til Radosavljevic, sum sá út til at vera sera rangstaddur. Spælið helt fram, og vandamikli áleyparin kundi einsamallur við málmanninum skora til 2-1.
Eftir hetta legði TB seg so líðandi aftur á vøllin, og B36 yvirtók spælið. Men hóast fleiri kjansir og væl undirbygd krøv um brotsspark, tá Jákup á Borg varð feldur inni í brotsteiginum, so eydnaðist tað ikki at fáa bóltin í málið. Og so fóru menn eisini at øsa seg inn á hvønnannan, so fótbóltsspælið til tíðir varð gloymt. TB gloymdi tó ongantíð at verja leiðsluna, og við góðum verjuspælið og eitt sindur av hepni eydnaðist tað, so TB kundi fara av vøllinum við trimum stigum, meðan B36 hesa ferð var við sviðusoð.
B36-TB 1-2 (1-1)
0-1: Sasha Radosavljevic
1-1: Tomislav Sivic
1-2: Sasha Radosavljevic