Nú hava tjóðveldisfólk uppfunnið nýtt hugtak: »skipaða loysing« frá Danmørk.
Tað má so merkja, at politikkurin higartil hjá Tjóðveldisflokkinum hevur verið ein »óskipað loysing« ? og tann politikkurin er ikki rættur í dag.
Undir fólkatingsval-agitatiónini og eftir valið kom kjakið um, hvør ið skuldi gjalda fyri loysingina? Ásannað varð, at loysingin her og nú kom at kosta almikið fyri okkum føroyingar.
Flest øll úttalilsir til bløðini tá vóru, at vit føroyingar sjálvir so sjálvfylgjuliga skuldu gjalda fyri at loysa frá Danmark. Hetta vóru ikki minst tjóðveldisfólk, sum úttalaðu seg.
Tað var so at skilja ta støðuna, eisini hjá okkum, sum ikki vilja at loysing frá Danmark verður tikin her og nú, men vilja meiri sjálvstýri ístaðin.
Hvat merkir so nýggi politikkur tjóðveldisfloksins? Jú, greitt verður frá, at vit mugu hava kontanta hjálp úr Danmark til loysingina ? summi siga 6?8 ár, onnur 10?15 ár og nøkur upp til 20 ár fram, eftir at vit hava loyst.
Mær sigur hetta so mikið, at tjóðveldisflokkurin nú ásannar, at loysingin kostar nógv ? vælferð okkara kemur at standa upp á spæl. Um tjóðveldisflokkurin so alment vil viðganga hetta, tað veit eg ikki.
Nú nærkast vit eini sjálvstýrislóg í veruleikanum, so sum Javnaðarflokkurin vil tað. Tí loysnin, at fíggja loysingina við at mótrokna rentur og avdrøg upp á uttanlandsskuld landskassans við blokkstudningi úr Danmark eftir loysingina, hon er veruleikafjar. Við loysing frá Danmark fellur blokkurin burtur, hann er ikki til tá, men uttanlandsskuldin hjá landskassanum er har framvegis og skal gjaldast av okkum.
Tað ber tí ikki til at loysa fyrst og so á kanossaferð til Danmark at biðja um studning til at tryggja vælferðina framyvir. Vælferðin má tryggjast fyrst, so kunnu vit tosa um loysing, um fólkið ynskir tað. FN-samtyktin frá fimti- ella sekstiárunum bindur ikki Danmark til at fíggja okkara loysing. Samtyktin er fyri tilundirskomnar koloniir, sum líða av fátækradømi. Ikki til at fíggja vælverðarsamfeløg.
Men eg haldi, at nú nærkast í tað minsta sjónarmiðini flokkanna millum; tað er gleðiligt. Javnaðarflokkurin fer at gera sítt til at fáa eina breiða undirtøku eftir løgtingsvalið fyri málinum: sjálvstýrislóg ella hvat tað so kemur at eita.
Vit skulu hava eina vælskipaða sjálvstýrislóg, sum skipar heilt fram til eina møguliga loysing einaferð í framtíðini, um føroyingar ynskja tað tá.
Tjóðveldisflokkurin talar nú eisini um eina nýggja fólkaatkvøðu ? gott nokk í sambandi við eina føroyska grundlóg. Men ein føroysk grundlóg og føroysk loysing frá Danmark fylgjast at, at tann avgerðin má, eg eri samdur, staðfestast av eini fólkaatkvøðu. Men tann tíð, tann sorg. Tó tá skulu vit eisini vera førir fyri at gjalda loysingina sjálvir, alt annað er óverdugt og órealistiskt.
Um føroyingar til ta tíð halda, at skilabest er at loysa, er ein onnur søk. Unga ættarliðið er nógv meira upplýst og nógv meira bereist, enn vit vóru. Internationalistar kallar onkur tað. Tey fara at ásanna tørvin á og fyrimunin við tøttum samskifti til Danmark og hini norðurlondini við, og fara valla at risikerað nakað, sum kann isolerað okkum her úti í Atlantshavinum.
Nei, onga loysing nú, men størri sjálvstýri ? sjálvræði, sjálvsábyrgd og búskaparligt frælsi.
Eina vælskipaða sjálvstýrislóg. Tað vil Javnaðarflokkurin.
Veljið tí Javnaðarflokkin 30. apríl.
Birgir Mohr,
valevni Javnaðar-
floksins í Sandoynni