B36 vann steypadystin móti Sumba við fýra málum móti einum, men tað var ikki fyrr enn í seinastu tíggju minuttunum, at dysturin varð avgjørdur.
Tá fór B36 frá 2-1 upp á 4-1 og sendi í roynd og veru Sumba úr steypakappingini. Hetta var triði dystur hjá sumbingum í bólkinum, og eisini hesin varð taptur. Men hóast B36 sum heild var betra liðið, vístu sumbingar, at teir gott kunnu hótta hini meira »etableraðu« 1. deildarliðini, og tað fara teir ivaleyst eisini at gera seinni í ár.
B36 fekk fyrsta veruliga kjansin í dystinum, tá eini tíggju minuttir vóru spældir. Jákup á Borg gjørdist leysur, men skeyt bóltin við síðuna av málinum. Fimm minuttir seinni brendi á í hinum endanum, tá Eirikur Joensen fekk ein stóran møguleika, men skallaði við síðuna av.
Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur ? B36 hevði meira spæl, men ikki fleiri møguleikar, enn sumbingar høvdu. Men tað lá kortini í luftini, at spælyvirvágin fyrr ella seinni fór at geva úrslit. Tíggju minuttir áðrenn hálvleik fekk B36 fríspark uttan fyri brotsteigin hjá Sumba, nakað úti í vinstru síðu. Ein B36-ari var annars um at sleppa ígjøgnum, men dómarin nýtti ikki fyrimunsregluna í hesum føri.
Poul Thorsteinsson sendi frísparkið høgt innfyri tvørtur um brotsteigin til ein púra leysan Jens Kristian Hansen, sum hevði lætt við at fanga Rúna Lisberg í Sumba-málinum á skeiva beininum og seta høvdið undir bóltin, so hann endaði í málinum. Vánaligt verjuspæl av sumbingum og ein lætti hjá B36, sum á pappírinum var og er betri enn Sumba, men sum higartil hevði havt trupult við at spæla seg ígjøgnum tøttu verjuna hjá suðuroyarliðnum.
Mótálop
Ein leiðsla upp á 1-0 er kortini ikki nøkur trygg leiðsla, og sumbingar fóru eisini longri fram eftir B36-málið í eini roynd at javna út áðrenn hálvleik. Í staðin var tað eitt B36-mótálop, sum førdi til 2-0 í seinasta minuttinum av hálvleikinum. Jákup á Borg og Tomislav Sivic, sum spældu í álopinum hjá B36 allan fyrra hálvleik, gjørdust einsamallir saman við trimum sumbingum. Jákup spældi venjaran hjá sær leysan inni í 16-metrinum, og hann hevði lætt við at økja til 2-0.
Megnaðu ikki
at seta trumf á
Í seinna hálvleiki gekk meginparturin av spælinum fyri seg á miðjuni og á Sumba-hálvuni. B36 hevði bóltin fyri tað mesta og spældi hann runt við stuttum sendingum. John Petersen kom inn til byrjanina av seinna hálvleiki og hevði eini tvær hálvvandamiklar royndir fyrstu fimm minuttirnar, tó uttan hepni.
Hóast B36 yvirtók nógv av spælinum í seinna hálvleiki, var tað Sumba, sum hevði tær naskastu royndirnar. Miðskeiðis í hálvleikinum gjørdist nýggi danin á liðnum, Thomas Birch, púra leysur við Egini Høgnesen, men B36-málmaðurin vísti enn einaferð, at hann er serkønur í støðum mann móti manni.
Fimm minuttir seinni fingu sumbingar málið, teir høvdu uppiborið. Ein Sumba-leikari varð kroystur millum tveir B36-leikarar inni í kriminella økinum, og so var brotsspark. Tað setti Marlon Kjærbo trygt í netið til 1-2. Sostatt minkaði munurin niður í eitt mál, men sumbingar megnaðu ikki at seta trumf á og javna út. Í staðin kom ein ávaring um, hvat var á veg, tá Bjarni Prior skallaði og var nær við at økja til 3-1.
Triðja málið kom, tá tíggju minuttir vóru eftir, og var tað Tomislav Sivic, sum frálíkt spældi bóltin upp um Sumba-verjuna til Jan Guttesen, sum smekkaði hann í netið. So var dysturin avgjørdur, men málskjótingin var ikki av. Tá góðir tveir minuttir vóru eftir at spæla, skoraði Tomislav Sivic sítt næsta mál og tað fjórða hjá B36. Sivic, sum var besti maður á vøllinum, var staddur næstan heilt afturi við baklinjuna, men megnaði kortini at stýra bóltinum framvið Sumba-málverjanum, á stongina og í málið til 4-1.
Tað var kaldligt í Gundadali leygardagin, og áskoðararnir vóru heldur ikki serliga nógvir. Ferðin á dystinum var heldur ikki tann stóra. B36 var sum sagt betra liðið og vann uppiborið. 4-1 var kanska eitt sindur ov nógv, men hinvegin hevði 3-1 kanska verið ov lítið. Sumbingar vóru eitt sindur ónøgdir við dømingina, men hon var ikki verri enn í øðrum dystum. Heldur var tað tað, at B36-verjan við Arnbjørn Danielsen og Jens Kristian Hansen spældi stak væl. Sum heild vísti B36 eitt sindur av taktunum, sum gjørdi teir til føroyameistarar í fjør, men tað er enn eitt sindur eftir til toppformin.
Sumbingar komu eitt sindur seint í gongd í ár, og tað sást eisini aftur á vøllinum leygardagin, at teir móti endanum ikki vóru so væl fyri sum mótstøðuliðið. Liðið úr Sumba hevur menn sum Páll Magnar Kjærbæk, Marlon Kjærbo og Jan Poulsen (varð skaddur og noyddist út nakað inni í seinna hálvleiki), ið eru kend og roynd fótbóltsnøvn í Føroyum, og sum fyrr hava roynt seg í 1. deild. Men at tað framvegis verður torført hjá sumbingum at halda sær uppi í bestu deildini í ár, man lítil ivi vera um.
B36-Sumba 4-1 (2-0)
1-0: Jens Kristian Hansen
2-0: Tomislav Sivic
2-1: Marlon Kjærbo (br.)
3-1: Jan Guttesen
4-1: Tomislav Sivic