HB hevur verið útrópt at vera størsti favoritturin at vinna FM í ár. HB hevur eitt gott lið, og tað kann gott vera, at teir í HB fara at teljast millum teirra, ið fara at stríðast um FM heitið.
Men avrikið og úrslitið í Runavík sunnudagin boðar frá, at havnarmenninir fara ikki at koma sovandi til gullkrónur og Europa Cup. Í so máta var talan um góðan lærupening fyri HB og rumenska venjaran, ið so langt í frá tóktist vera nøgdur við tað, hansara vístu á vøllinum.
Hamskiftir
Tá NSÍ vitjaði í Gundadali, vann HB 3-0, og tað var ikki bara í úrslitinum, at talan so at siga var um speglvent avrik, sammett við í Havnini.
Hugburðurin hjá NSÍ var fullkomuliga ein annar hesa ferðina.
Teir jagstraðu mótstøðumenninar um allan vøllin, og teir, sum ætla at gera nakað við HB, gera væl í at leggja sær henda heilivágin í geyma. Tí HB menninir alt annað enn trivust í hesum umstøðum, og tað gekk ikki so long tíð, til at onkrir hingu við høvdinum.
Onkrar av taktisku flytingunum tóktust heldur ikki so skilagóðar, t.d. at Ingi Rasmussen varð tikin aftur av miðvøllinum til at renna í hølunum á Gert Langgaard. Hetta virkaði við til, at NSÍ fekk yvirvág.
Hjá teimum var verjan trygg, tað hekk saman millum keturnar, og meðan HB bara hevði tveir møguleikar eftir hornaspørk tíðliga í 2. hálvleiki, tá teir sprellaðu eitt sindur fyri at koma afturíaftur, so var NSÍ tætt við nakrar ferðir umframt tær tríggjar ferðirnar, tá teir fingu mál.
Málini
Heimaliðið kom á odda, tá ellivu minuttir vóru farnir. Talan var um døllaligt verjuspæl, tí Óli Hansen fekk óhindraður loyvi til við høvdinum at snitta langt innkast úr høgru frá Dan Knudsen upp um Kaj Leo Johannesen og niður í handara síðunetið.
Tíggju minuttir eftir steðgin økti Gert Langgaard. Fyri opnum máli setti hann innaru síðu á, eftir gott uppspæl og innlegg frá Eddie Mikkelsen.
Sjey minuttir fyri leiklok vóru tað innskiftararnir, sum bæði vóru fadrar og skoraðu: Sjúrður Jacobsen sendi diagonalt úr vinstru, og Petur Hammer legði innfyri til Kára Sigvardsen, sum skoraði.
Liðini
Hjá HB vóru Jóhannes Joensen og Hallur Danielsen í borðunum, Bjarki Mohr og Hans á Lag í miðverjuni, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Allan Mørkøre og Jens Erik Rasmussen á miðvøllinum, og Andrew av Fløtum og Súni Fríði Johannesen í álopinum. Jan Dam og Hans Fróði Hansen vóru ikki við, og Rói Árting kom inn fyri Jens Erik.
Hjá NSÍ var jugoslavin Dejan Milanovic tryggur í málinum, í ketuni frammanfyri hann spældu Dan Knudsen og Jónstein Petersen (gott tak á Allani Mørkøre) í borðunum, og Arnfinn Langgaard og Kári Hansen í miðverjuni, á miðvøllinum vóru Mortan Hansen, Eyðstein Skipanes, Helgi Lamhauge Petersen og Eddie Mikkelsen, og í álopinum Óli Hansen og Gert Langgaard. Dánial Hansen, sum teir plaga at brúka í miðverjuni ella á miðvøllinum, er skaddur.
NSÍ-HB 3-0 (1-0)
1-0: Óli Hansen
2-0: Gert Langgaard
3-0: Kári Sigvardsen