Eins fyri lógini

Eg eri samdur við teimum, ið ynskja, at vinnan skal klára seg uttan stuðul.

Í okkara samfelag hava í mong ár ymiskar stuðulsskipanir verið nýttar á landi og á sjógvi.

Ein stuðulsskipan, ið hevur verið nógv umrødd í seinastuni, er íløgustuðlin til fiskiskipini, ið byrjaði at virka í mars 1993 og endaði 3 ár seinni fyri skip bygd áðrenn 1969, og 5 ár seinni fyri skip bygd eftir 1969. Tað eru stállínuskipini, ið eg her vil avmarka meg til at umrøða.

Tá skipanin fór at virka vóru 21 stállínuskip í flotanum. 11 av hesum vóru bygd áðrenn 1969, ið var sett sum mark fyri lægsta stuðulin. 6 av hesum skipum høvdu KG á bógnum.

Mangan verður hildið uppá, at fiskiflotin er ov stórur, og at hann er skeivt samansettur. Kann tað hugsast, at hetta var ein politisk ráðagerð? Fyri at beina fyri teimum eldru skipunum.

Um hetta var ætlanin, so miseydnaðist hon, í hvussu er fyribils, við tað at ? hann sum øllum røður ? lat fiskiríkidømi koma á okkara fiskigrunnar, soleiðis at hvørt skipið hevur árliga fiskað umleið 400 tons meira tvey tey seinastu árini. Hetta saman við tí góða fiskaprísinum hevur ført við sær, at so gott sum eingin stuðul hevur verið latin fiskimanninum, at manningarhýrurnar eru hækkaðar, at okkara fiskavirkir hava fingið nógvan fisk til virkingar. Ikki til at senda ótilvirkað av landinum, hetta hevur givið nógv virksemi til virkini.

Í skrivandi stund, 2. páskadag, er tað ein vøkur sjón at síggja 5 av okkara línuskipum liggja við Kósabrúnna, norðanífrá ? Jákup B, Klakkur, Kvikk, Pison og Núpur. Tað er sjónligt, at fiskiskapurin hevur verið góður, mær er sagt frá, at hesi skip samanlagt hava umleið 850 túsund pund. Frálíkt fyri hesar okkara fiskimenn, arbeiðsfólk á okkara fiskavirkjum, fólkið í okkara býi og Norðoyggjum, og býráðsformaðurin kann gleðast yvir fleiri skattakrónur.


Endurnýggjan av

okkara fiskiflota

Ásannast má, at flest okkara línuskip eru gomul, útvið 40 ár, og verður neyðugt at skifta tey út við nýggj skip Hvussu hetta skal gerast, eru tað uttan iva fleiri meiningar um. Eitt kunnu vit í øllum førum gera okkum heilt greitt, at uttan ein ella annan stuðul letur hetta seg ikki gera.


Torleif Sigurðsson,

valevni Javnaðar-

floksins í Norðoyggjum