púra greitt, at síggja tey grindina, ætla tey at reka hana til Havs. Tey eru fullgreið yvir, at tað er ólógligt, men Paul Watson tvíheldur um, at summar lógir eiga at verða brotnar, og at har lógir eru [...] beinanvegi fulla ferð á suðureftir. Seinni komu boðini um, at teir høvdu mist grindina, og at teir vóru givnir at leita. Men tey í Sea Shepherd siga, at tey verða verandi í økinum. Grindin gekk suðureftir, so
staðfesta, at góðskan á útlánunum er yvir miðal, og at sparikassin hevur eitt hóskandi virkisgrundarlag. Nú er frágreiðingin frá vitjanini kunngjørd, og í gár kundi leiðsla sparikassans fegnast um, at øll v [...] tið eftir vitjan segði, at góðskan á útlánunum var undir miðal, boðar Marner Mortensen, stjóri, frá í tíðindaskrivi. - Við hesum staðfestir sparikassin, at miðvísa arbeiðið at tillaga virkisgrundarlagið [...] ið er eydnast, og at núverandi virkisgrundarlag er væl hóskandi fyri sparikassan. Virkisgrundarlagið er at veita fíggjarligar tænastur til privat-, vinnu- og almennar kundar, sigur stjórin. Skoðsmálið
serfrøðingarnir, ið koma at luttaka eru Unn Laksá, ph.d. í politikki og samskifti, ið fer at greiða frá verkætlanini ”Alt í landi”, umframt at hon fer at hugleiða um møguleikarnar fyri at fáa gagnnýtt alt tilfeingið [...] og samfelagið við at fáa alt tilfeingið uppá land og tilvirkað í Føroyum. Tveir serfrøðingar koma við sínum boðum uppá onkrar av hesum spurningum, og síðani fáa áhoyrararnir høvi at kjakast um evnið. Teir [...] ikki bara fiskivinna á skránni á kvøldsetuni. Ein sangframførsla verður eisini at hoyra frá FC Trón kvinnunum, umframt at ársins miðlaheiðursløn verður latin. Kvøldsetan byrjar klokkan 19.30 í kvøld.
var nevniliga hetta kvøldið, at tann fyrsti lesturin varð lisin á føroyskum, og harvið at føroyskt kom innum kirkjugátt. Mikukvøldið fer Árni Dahl, rithøvundur og lærari, at greiða frá fyrsta lestrinum [...] Lítið er at ivast í, at føroyski lesturin í Sandvíkar kirkju fyri góðum hundrað árum síðani fekk týdning fyri eftirtíðina. Men tá stóðst rumbul av hendingini, tí fólk vóru ymisk á máli um, at Theodor lærari [...] lærari hevði vágað sær til at lesa Guðs orð á føroyskum. Tað fekk eisini eitt eftirspæl, sum Árni Dahl fer at greiða frá í Hoyvíkar kirkju nú mikukvøldið. Jákup Dahl, seinni próstur, skrivaði lesturin
var, at tað í evstu løtu eydnaðist Víkingi at javna, og at úrtøkan hjá TB harvið enn einaferð var eitt stig. -Vit eru nøgdir við hugburðin og spælið, men sera vónbrotnir um úrslitið. Nú ræður um at vinna [...] Mikukvøldið misti ÍF rættin at halda fram í steypakappingini á stokkinum. Talan var um stórt vónbrot. Sunnudagin stríddist TB øgiligt, og tað var hugaligt, at spælið gekk væl, og at tað bar 2-1 leiðslu við [...] førum hevur úrslitið verið 3-1 – ímóti KÍ og B36. So er spurningurin, um tað seinnapartin fer at eydnast at vinna fyri fyrstu ferð í ár á útivølli. Fuglfirðingar eru skerdir. Liðformaðurin Fritleif í Lambanum
sum ætla sær í hagan í morgun fyri at uppliva sólarmyrkingina. Lættast er ofta at seta seg í bilin fyri at koma skjótt á staðið, men í morgun er ein upplagdur møguleiki at geva sær góðar stundir og njóta [...] heitir Nes kommuna á allar íbúgvar í kommununi um ikki at fara við bili eftir Agninum, men í staðin njóta sólarmyrkingina til fóts. Hetta fyri at minka trýstið á hesum vegastrekki, á vegnum millum Gaddavegin [...] njóta løtuna. Hetta gerst best við at fara til gongu. - Vegurin eftir Agninum er ikki hóskandi til nógva ferðslu, og tí er vandi fyri, um nógv ferðsla verður, at ferðsluruðulleiki kann koma í. Nes kommuna heitir
høvið at lata dyrnar upp fyri grannalagnum og hittast til hugnaliga samveru og samstundis vera við til at stuðla einum góðum endamáli. Formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, sigur, at tað hevur [...] sera hugaligt at taka ímóti øllum teimum positivu afturmeldingunum frá vertunum, og fleiri teirra ynskja at verða vertir aftur komandi ár. Nú bússurnar eru tømdar og upptaldar vísir úrslitið, at umleið ein [...] miljón krónur komu inn til Grannakaffi. - Hetta úrslitið høvdu vit ikki torað at droymt um. Hetta gevur felagnum álit og árræði at arbeiða miðsvíst víðari á somu leið við upplýsing, fyribyrging og gransking
hesar næstu dagarnar, fer løgreglan at tosa við eigaran, og fráboðaran og annars at gera neyðugu kanningarnar í málinum. Løgreglan sigur, at tað er als ikki sagt, at talan er um vanrøkt. Talan er um eitt [...] og talan kann eisini vera um svartastu óeydnu. - Talan kann vera um, at seyður er farin inn í húsið at kroka í regni, men so komin at skumpa hurðina aftur, og er sostatt ikki sloppin útaftur, sigur løgreglan [...] Í gjár fekk løgreglan boð um, at einir 10-15 seyðir lógu deyðir inni í einum seyðshúsi við Stóravatn í Sandoy. Tað var ein maður, sum var farin í hagan, sum kom framvið seyðahúsinum og varnaðist standin
álit og boðið mær at vera valevni til komandi løgtingsval. Eg haldi tað vera týdningarmikið, at tey ið hava eina meining hvussu landi skal stýrast, tora at bjóða seg fram og sleppa at gera mun, sigur Karlot [...] flokkar longu byrjaðir at kunngera valevni. Unga Tjóðveldi og Sosialistisk Ung hava boðað frá, hvørji teirra valevni eru, meðan onkur kend nøvn hava boðað frá, at tey ætla sær at stilla upp til komandi [...] Framsókn. Hann hevur verið í Framsókn frá byrjan og sigur, at hann líka frá barnsbeini hevur havt áhuga í politikki, men eftir at flokkurin, hann plagdi at velja, fór ov langt frá síni stevnuskrá, fann hann sítt
verður avgreitt áðrenn tollmálið verður viðgjørt í landsrættinum, er ikki til at koma uttan um, at tað fer at ávirka valstríðið, at kringvarpsstjórin, tíðindaleiðarin á Kringvarpinum og ein tíðindamaður á [...] landsrætti 29. og 30. septembur, veit Kringvarp Føroya at siga. Dia Midjord, Liljan Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarson vóru 25. februar funnin sek í at hava ærumeitt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í [...] um undir viðgerð teirra av sokallaða tollmálinum. Tey valdu tó at skjóta dómin inn fyri landsrættin, og nú boðar Kringvarp Føroya frá, at tveir dagar eru settir av til rættarfundir, 29. og 30. septembur