Tá føroyskt kom innum kirkjugátt

Árni Dahl fer at greiða frá fyrsta lestrinum á føroyskum, ið varð lisin eitt jólakvøld í Sandvík

Jólakvøld í Sandvíkar kirkju í 1911 eigur sítt heilt serliga pláss í føroyskari søgu. Tað var nevniliga hetta kvøldið, at tann fyrsti lesturin varð lisin á føroyskum, og harvið at føroyskt kom innum kirkjugátt.


Mikukvøldið fer Árni Dahl, rithøvundur og lærari, at greiða frá fyrsta lestrinum á føroyskum. Tað var abbi hansara, Theodor Dahl lærari, sum las í Sandvíkar kirkju jólakvøld 1911. Hann var lærari í Sandvík um hetta mundið.


Lítið er at ivast í, at føroyski lesturin í Sandvíkar kirkju fyri góðum hundrað árum síðani fekk týdning fyri eftirtíðina. Men tá stóðst rumbul av hendingini, tí fólk vóru ymisk á máli um, at Theodor lærari hevði vágað sær til at lesa Guðs orð á føroyskum. Tað fekk eisini eitt eftirspæl, sum Árni Dahl fer at greiða frá í Hoyvíkar kirkju nú mikukvøldið.


Jákup Dahl, seinni próstur, skrivaði lesturin í 1909 og hann stóð í Tingakrossi sama ár.


Tað er í samband við at Miðvikan byrjar aftur í Hoyvíkar kirkju, at kirkjan skipar fyri fyrilestrinum. Miðvikan er eitt mikukvøld um mánaðin í Hoyvíkar kirkju, og ymisk viðkomandi evni verða tikin fram.