Tað er í dag at stóra súkklukappingin, Leif Mohr Kring Føroyar 2025, fer av bakkastokki.
Kappast verður komandi fimm dagarnar. Frá at lagt verður fyri í Runavík í kvøld til koyrt verður um málstrikuna við Leif Mohr á Hoyvíksvegi í Havn sunnudagin, skulu súkklarnir koyra yvir 250 km og næstan 3.800 hæddarmetrar.
Byrja verður kl. 18.00 í kvøld í Runavík og koyrt verður runt Agnið, á Toftir, aftur til Runavíkar og hildið fram allan vegin inn í Skálafjørð út á Skála har vent verður. Skálafjørður verður aftur rundaður og koyrt verur til Skipaneskrossin, um Gøtueiði, gjøgnum Gøtu og gjøgnum tunnilin til Leirvíkar, síðan í undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar og á mál uttan fyri Effo støðina.
Tað er Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag sum, saman við Leif Mohr, skipar fyri hesi kapping.
1. etapa.
Longd á teini: 61,65 km.
Hæddarmetrar uml 940 m.
##med2##