Nú tíðin nærkast jólum, eru øll partrolarapørini til fiskiskap.
- Okkurt parið landar í hesi vikuni, og so koma hini inn at landa fyrst í aðru viku.
Soleiðis siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at fýra eru á Íslandsrygginum. Teir fiska tosk og fáa eisini eitt sindur av blálongu og svartkalva.
- Djúpvatnstrolararnir hava smáligan fiskiskap, og allir koma inn at landa síðst í hesi vikuni.
Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men møguliga fer onkur út, tá veðrið batnar.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og bæði koma inn at landa í vikuni, verður lagt aftrat.











