Tíðindaskriv:
Hetta er á fjórða sinni, at Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarpi Føroya og Norðurlandahúsinum.
Í ár verður kvøldið stáplað upp fríggjarkvøld tann 6. mars í Norðurlandahúsinum. Og sjálvandi ber eisini til at fylgja við heima í hvørjari stovu.
AVMARKAÐ NØGD av atgongumerkjum eru sett til sølu í dag á atgongumerki.fo
Tónleikaframførslurnar á FMA verða kunngjørdar so við og við tær næstu vikurnar, MEN vit kunnu longu avdúka nøvnini ELINBORG og BYRTA/SAKARIS og nógvar aðrar serstakar tónleikaframførslur við nøkrum av tí besta, sum føroyingar hava at bjóða!
Vit gleða okkum at síggja teg á FMA!
Spæl Føroyskt flutt
Spæl Føroyskt hevur áður verið vikuna undan FMA, men nú verður tað broytt! Tónleikasamband Føroya hevur, saman við Kringvarpið Føroya avgjørt, at Spæl Føroyskt skal flytast til um heystið. Hetta merkir, at einki Spæl Føroyskt verður í mars 2026, men heldur 5.-11. oktober 2026.










