Í dag - mánadagin 15. decembur - fer Løgtingið ætlandi undir 1. viðgerð av málinum um Suðuroyartunnilin: Skal Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum fyrireikast, prosjekterast og bjóðast út? Og skal tað framvegis vera P/F Suðuroyartunnil, sum er byggiharri og skal standa fyri fyrireikingararbeiðinum, prosjekteringini og útboðnum av verkætlanini?
Tað fekk meg at hugsa um eina hending frá barnaárunum - eg man hava verið 9-10 ára gamal: eg steðgaði einum bili í Klaksvík (eg kendi sjaførin) og spurdi, um hann kundi koyra meg heim. Tað var gaman í. Meðan vit koyrdu, varnaðist eg, at bilførarin hevði kenning. Eg tordi einki at siga, men eg var hjartkiptur.
Nøkulunda soleiðis kennist hesin 'túrurin' við Suðuroyartunlinum ...
Vit vita, at fólkatalið í Suðuroynni minkar ógvusliga; at serliga ungdómurin flytir av oynni; at suðuroyingar brúka nógva tíð til ferðing; at suðuroyingar ikki altíð sleppa suður og mugu liggja nátt norðanfyri; at suðuroyingar mugu liggja nátt norðanfyri, um teir skulu við flogfari á morgni; at børn og ungdómar mugu brúka fýra tímar umborð á Smyrli og dvølja norðanfyri í tímavís fyri at luttaka í kappingum, sum taka tveir tímar; osfr. – hetta eru alt argument, ið tala fyri, at vit skulu hava ein Suðuroyartunnil.
Tað er avgjørt: tunnilin skal gerast
Nógv tey flestu í hesum landi munnu taka undir við, at vit skulu fara undir at gera ein tunnil millum Suðuroynna og Sandoynna. Tann spurningurin er ikki til debatt! Tað, sum eigur at vera til debatt, er hetta: hvørja tunnilsleið skulu vit velja
- Djúpadalsloysnina ella
- Múla-loysnina
…?
Í hesum sambandinum eru tær annars relevantu patos-søgurnar um verandi viðurskifti púra óviðkomandi: tær fyrihalda seg til nakað, sum langt síðani er avgjørt og hevur breiða undirtøku í fólkinum. Tær dokumentera, AT tørvur er á einum tunli, men tær siga einki um hvar hann skal vera. Patos-søgurnar eru tískil í besta føri
- óneyðugar, tí tær gera okkum ikki klókari uppá, hvar tunnilin skal vera, og í versta føri
- skaðiligar fyri orðaskiftið, tí tær taka fokus frá tí, sum nú er til debatt: hvørja tunnilsleið skal Løgtingið velja?
Hví so ringa upppsikt og so undanførlig?
Eg kann siga fyri mín part, hvussu tunnilsspurningurin upplivist hjá einum, sum ikki er í nánd av verkætlanarfólkum og -bólkum: orðið "partú" er tað, sum lýsir upplivingina best. Tað skal partú vera Djúpadals-loysnin! Eg lati meg gjarna sannføra - men tá ið eg havi hoyrt politikarar og umboð fyri tunnilsfelagið tala fyri loysnini, so havi eg mest heft meg við, at tey hava so ringa uppsikt (seriøst!) ...
Løgmaður, er partvís undantikin: hann hevur øvað seg uppá eina "don't worry, be happy"-versión av Djúpadals-loysnini, nú royndarstundin stendur fyri framman. Hann kýtir seg fyri at hava uppsikt og at tosa raðið við einum ávísum decibelli, men vit óra kortini, at tað stendur nógv á honum og at hann er merktur av einum innara ótryggleika.
Summir løgtingslimirnur, sum ætla at trýsta á grøna knøttin í dag, hava virkað forkroystir, undanførligir og hava tosað í sveimandi og generellum vendingum. Alt hetta fær meg at ivast í, hvat gongur fyri seg í politisku skipanini, og ger meg illgrunasaman.
Vindeygað er opið NÚ …!
Á einum fundi einaferð herfyri segði Jakob Vestergaard
1) at prísurin er avgerandi og tí skal tann bíligara loysnin veljast og fremjast, og (eftir minninum),
2) at "politiska vindeygað er opið nú: verður Suðuroyartunnilin ikki gjørdur nú, so verður tað ikki enn á sinni!".
Hetta er ódámligt, tí í hesum liggur, at tað er líka mikið, um vit fáa næstbestu loysnina. Útsøgnin fær meg hinvegin eisini at siga "YESS – endiliga ein, sum sigur tað bart út" – ta støðuna, sum eg havi illgruna um ger seg galdandi fyri fleiri tingfólk.
Eg haldi, at tingfólk eiga vera greið, so at vit vita, hvar vit hava tey. Tí fari eg at spyrja tykkum, sum ætla tykkum at atkvøða fyri Djúpadals-loysnini, hví tit gera tað. Fyri greidleikan skyld skifti eg tykkum í tveir høvuðsbólkar.
Hví Djúpadals-loysnina?
Bólkur A eru tey sum siga: "Mín høvuðsgrundgeving fyri at atkvøða fyri Djúpadals-loysnini er, at fellur ikki ein avgerð um Suðuroyartunnilin NÚ (eg veit: vit tosa um projektering), so verður tað ikki enn á sinni!":Kunnu tit ikki bara siga tað! Tað er ein erlig meining og ein grundgeving, sum øll skilja, sama um tey eru samd ella ikki!
Bólkur B eru tey sum siga: "Mín høvuðsgrundgeving fyri at atkvøða fyri Djúpadals-loysnini heldur enn henni hjá Stórhamri og teimum, er, at hon er tann rættara, um mann samanber tær, TÍ AT …". Kunnu tit greiða mær frá, hvat í samanberingunum hevur fingið tykkum at velja Djúpadals-loysnina?
Jón Sigurdsson, sum er ein av persónum aftan fyri Múla-loysnina, viðmerkti herfyri soljóðandi á tráðnum hjá Dennis Holm:
Hví ikki Múla-loysnina?
"Dennis, kanst tú greiða okkum frá, hví tú ikki longur ert fyri alternativu leiðini hjá okkum, sum eftir longda tunnilin undir Sandarlíð nú:
1) er 269 mill. bíligari
2) verður 1,8 ár fyrr liðugt
3) fer at hava minni árin á náttúruna
4) fer at geva 4 minnuttir sparing av tíð hvønn túr
5) fer at hava minni váða við fleiri stuffum
6) fer at gagnýta grótið til vinnuøkir
7) fer at geva ein betri tunnil til Skúvoyar
8) fer at vera ein tryggari tunnil samanlagt
9) hevur 80% undirtøka millum Føroyafólk
Dennis, hvat av hesum er tað, tú nú ikki kanst taka undir við?
[…] Vit vóru á løgmansskrivstovuni og greiddu frá, hvussu byggiplássið í Skúgvi kundi gerast, har vit vístu á, at vit bert taka 25% av bønum í mun til ætlanina hjá tunnilsfelagnum. […]".
Fortel okkum heilt nágreiniliga
Eg havi spurt Dennis, hvat hansara svar til Sigurdsson er, men hann hevur ikki svarað enn. Hinvegin eru tað ikki meira enn rímiligt, at øll tingfólk, sum - grundað á ítøkiliga samanberingar av alternativunum - hella til Djúpadals-loysnina, gera sína støðu púra greiða úteftir.
Vónandi fái eg ikki generell og sveimandi svar (vit hava fingið fleiri pínlig av tí slagnum, eingin nevndur, eingin gloymdur), men ítøkilig svar: eitt punkt fyri og annað eftir á listanum hjá Sigurdsson + møguligar supplerandi grundgevingar.
Sjálvt um eg - eftir tí, sum er komið fram í almenna rúminum – bara havi nakað so ó-ítøkiligt og ó-politiskt sum eina kenslu av, at Múla-loysnin er tann betra (sær betri út á pappírinum, er væl forklárað osfr.), so viðgangi eg, at eg veit ov lítið til at kunna hava eina avgjørda meining um málið.
Spennitroyggjan
Jú, jú, gaman í … vit hava fingið eitt og annað at vita um Djúpadals-loysnina. Men tann framløgan hjá tunnilsfelagnum, sum eg havi sæð, var sera faftrandi, og tunnilsfelagið fyrikemur mær undanførligt, tá ið tað verður bjóðað av. Og løgmaður vísir til tunnilsfelagið, tá ið hann verður spurdur um alternativu linjuføringina …
Fleiri løgtingsfólk virka forkroyst, sum eru tey hildin í onkrum slagi av ótta, sum noyðir tey at trýsta á ja-knøttin fyri Djúpadals-loysnini, tí annars hendir okkurt øgiligt. Helst hetta, at fleiri ganga við politiskum hondgranatum, sum kunnu verða detoneraðar, um tvungna semjan ikki verður hildin ("atkvøða tit ikki fyri tí og tí, so atkvøða vit ikki fyri tunlinum", "atkvøða tit ikki fyri tunlinum, so atkvøða vit ikki fyri tí og tí").
Tað slepst illa undan, at mann órar, at her gongur okkurt fyri seg – eg veit bara ikki hvat! So mikið er greitt: Verkætlanin er fangað í einum parlamentariskum rationaliteti, sum ikki snýr seg um mest rationellu tunnilsloysnina (antin tað so er hendan ella hin), men heldur um hetta, at hon skal fremjast nú.
Tíbetur er nakað av røringi komin í, sum einki er at siga til: Hóast talan í fyrstu syftu bert er um fyrireiking, projektering og útbjóðing fyri einar 70 milliónir krónur, so snýr hetta seg um eina verkætlan fyri einar 5-6 milliardir.
Hvør torir at gera hol í sjógvin?
Tað er ikki lítið av einum paradoksi at hava fólk, sum eru vald inn á "hetta høga ting" - heimsins elsta, sigst - um løgtingslimir ikki hava virðing fyri sær sjálvum. Hvør kann hava álit á teirri prosessini, sum nú gongur fyri seg? Eg havi ikki …
Spurningurin er, hvørjir løgtingslimir hava dirvið til at ganga saman í dag, slíta leinkjurnar, bróta talandi tøgnina og seta dagsskránna av nýggjum: hvørja tunnilsleið skulu vit velja
- Djúpadalsloysnina ella
- Múla-loysnina
…?
Tað er lættari sagt enn gjørt, hagartil sum málið nú er komið. Mest realistiski møguleikin er at seta fram eitt broytingaruppskot, har P/F Suðuroyartunnilin framvegis verður ábyrgdarhavandi byggiharri fyri Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum:
Bjóðið báðar verkætlaninar út
- P/F Suðuroyartunnilin fyrireikar og prosjekterar Djúpadals-loysnina
- avvarðandi uppskotsstillarar - við fígging á Løgtingsins fíggjarlóg - fyrireika og prosjektera Múla-loysnina
- P/F Suðuroyartunnilin letur báðar verkætlaninar í útboð
- tá ið tilboð uppá tunnilsgerðir við atknýttum verkætlanum eru innkomin, skal Løgtingið aftur taka støðu til nýggju upplýsingarnar, gera av, hvør av verkætlanunum skal fremjast, og nýtt uppskot um at fremja valdu verkætlanina og byggja undirsjóvartunnil verður lagt fyri Løgtingið











