Reyði Krossur Føroya og Føroya Landsstýri lata neyðhjálp til Sudan

Reyði Krossur Føroya og Føroya Landsstýri lata í felag 700.000 krónur í neyðhjálp til Sudan.

Tíðindaskriv:

 

Herviligt borgarakríggj er í landinum, sum hevur syndarligar avleiðingar fyri sivila fólkið, ið har býr.

 

Reyði Krossur og landsstýrið lótu í mai mánaða tilsamans 500.000 krónur til neyðhjálp í Sudan, men støðan er einans versnað síðan tá, og verður roknað ímillum svárastu humaniteru kreppur í heiminum í dag. Tískil er tørvurin á hjálp framvegis ómetaliga stórur í landinum.

 

Við 700.000 krónur í stuðli afturat úr Føroyum kann Reyði Krossur í Sudan eitt nú:

 

  • Víðka um humaniteru "Service points", humaniter tænastustøð, til dømis við tryggum støðum (Safe Spaces) til børn og kvinnur
  • Veita heitar máltíðir og drekkivørur
  • Veita fyrstuhjálp og heilsukanningar og vísa víðari til heilsuverk, um tørvur er á tí.
  • Deila út 300 matpakkar til serliga útsettar familjur.
  • Skipa fyri heilsudøgum í flóttafólkalegum og á humaniteru tænastustøðunum.

 

Stuðulin hevur til endamáls at tryggja útsettum kvinnum, monnum, gentum og dreingjum atgongd til neyðsynjartænastur og verju upp á ein tryggan og virðiligan máta. Hetta fer fyrst og fremst at koma flóttafólkum, sum ferðast á teimum stóru flóttarutunum, til gagns.

 

Samanumtikið verður mett, at umleið 20.000 fólk kunnu fáa beinleiðis hjálp av hesum stuðlinum, serliga í samband við ávísu humaniteru tænastustøðini (”Service Points”) í Norðurstatinum í Sudan, har tørvurin er ógvusligur orsakað av nógvu flóttafólkunum.

 

Reyði Krossur Føroya