Halda vakt í Sandoy og í Suðuroy

Sea Shepherd leitar eftir grindini, sum slapp við Skálhøvda fyrr í morgun

Bæði skipini hjá Sea Shepherd, sum eru eftir í Føroyum, eru í løtuni við Sandoynna og Suðuroynna og halda vakt.

 

Sea Shepherd hevur tvey skip eftir í Føroyum, Sam Simon og Bob Barker. Tá ið ein grind varð funnin ein fjórðing úr Skálahøvda í morgin, vóru tey bæði stødd nakað norðari, men tey settu beinanvegi fulla ferð á suðureftir.

 

Seinni komu boðini um, at teir høvdu mist grindina, og at teir vóru givnir at leita. Men tey í Sea Shepherd siga, at tey verða verandi í økinum. Grindin gekk suðureftir, so annað skipið, Sam Simon liggur við norðurendan í Suðuroy og heldur vakt.

 

Men Bob Barker, sum varð burturvístur úr Føroyum í summar, hevur ikki aktað boðini og hann liggur nú vestanfyri Sandoynna.

 

Og tey gera púra greitt, at síggja tey grindina, ætla tey at reka hana til Havs.

 

Tey eru fullgreið yvir, at tað er ólógligt, men Paul Watson  tvíheldur um, at summar lógir eiga at verða brotnar, og at har lógir eru, sum verja deyða yvir lív, hevur rættvísi størri týdning enn lógin.