Leygardagin 14. mars fór tiltakið Grannakaffi hjá Krabbameinsfelagnum av bakkastokki fyri fyrstu ferð, og ikki kann sigast annað enn, at úrslitið hevur verið fram úr gott.
Út við 100 einstaklingar, familjur, feløg, felagsskapir, bindiklubbar, undirhús, arbeiðspláss, skúlar, dagstovnar, grannaløg og bygdir høvdu bjóðað seg fram at verða vertir fyri Grannakaffi.
- Vit í Krabbameinsfelagnum eru heilt ovfarin og rørd yvir stóru undirtøkuna og alla vælvildina, sum hevur verið í samband við tiltakið. Mong siga seg vera fegin um høvið at lata dyrnar upp fyri grannalagnum og hittast til hugnaliga samveru og samstundis vera við til at stuðla einum góðum endamáli.
Formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, sigur, at tað hevur verið sera hugaligt at taka ímóti øllum teimum positivu afturmeldingunum frá vertunum, og fleiri teirra ynskja at verða vertir aftur komandi ár.
Nú bússurnar eru tømdar og upptaldar vísir úrslitið, at umleið ein hálv miljón krónur komu inn til Grannakaffi.
- Hetta úrslitið høvdu vit ikki torað at droymt um. Hetta gevur felagnum álit og árræði at arbeiða miðsvíst víðari á somu leið við upplýsing, fyribyrging og gransking, sigur Jákup N. Olsen.