Tollmálið verður fyri í eystara landsrætti 29. og 30. septembur, veit Kringvarp Føroya at siga.
Dia Midjord, Liljan Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarson vóru 25. februar funnin sek í at hava ærumeitt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum undir viðgerð teirra av sokallaða tollmálinum.
Tey valdu tó at skjóta dómin inn fyri landsrættin, og nú boðar Kringvarp Føroya frá, at tveir dagar eru settir av til rættarfundir, 29. og 30. septembur.
Løgtingsval skal eisini vera í heyst, og óvist er, hvussu hetta fer at ávirka løgtingsvalið og valdystin.
Sagt hevur verið, at tað eru tvey mál, ið kunnu útloysa eitt nýval rættiliga skjótt. Annað teirra er framløgan hjá Hans Gammeltoft-Hansen 23. juni og hitt er úrslitið av tollmálinum.
Val skal vera í seinasta lagi 29. oktobur. Um ikki valið verður avgreitt áðrenn tollmálið verður viðgjørt í landsrættinum, er ikki til at koma uttan um, at tað fer at ávirka valstríðið, at kringvarpsstjórin, tíðindaleiðarin á Kringvarpinum og ein tíðindamaður á Kringvarpinum øll eru bundin av einum rættarmálið móti fíggjarmálaráðharranum.










